Content marketing

Hvat skal tú leggja út á heimasíðuna ella Facebook síðuna. Vit kunnu hjálpa tær við at skriva tekstir, tíðindaskriv, taka myndir og dronumyndir – ella meira yvirordnað at gera eina content ætlan.

Les meira

Fortel ta góðu søguna

Vit verða bombarderaði við lýsingum og søgum á netinum. Nógv meira enn vit megna at svølgja. Hvussu gera vit? Vit velja burturúr tað, sum er áhugavert. Selective attention og banner blindness eru stórar forðingar fyri lýsarar á netinum.

Content marketing snýr seg um at skapa virði fyri fólk, og sostatt fanga teirra uppmerksemi og kanska enntá vinna teirra álit. Tað kann vera ein fangandi søga, góð ráð, áhugaverd fakta, viðkomandi kunning ella ein vøkur mynd.

Góðar myndir steðga tumlinum

Ein góð mynd hevur alt at siga fyri fyrsta inntrykk – og tað er ofta hetta, sum steðgar tumlinum, tá vit blaða niður ígjøgnum tíðarrenslið á Facebook. Hinvegin er ein ring mynd ofta tað, sum fortelur okkum, at hetta er ein óprofessionel og illa hildin heimasíða.

Facebook gongur høgt upp í tað visuella. Tí fáa myndir ofta meira reaktiónir – og video enn meira. Tað snýr seg meira um at fanga tað, sum fær tín málbólk at siga aha, wow, haha, hmm ella what!? – ella er persónligt og ger tey forvitin. Ikki spara, tá tað kemur til visuella partin. Tað kann gera, at tummilin heldur á at blaða, tá tín søga kemur fram.

Eg kann hjálpa tykkum við

Dronumyndir

Í fyritøkuni hava vit ein certificeraðan dronuførari. Hetta merkir, at vit hava serloyvi at taka loftmyndir eisini í bygdum øki. Vit kunnu hjálpa tykkum at fanga røttu myndina úr erva – ella taka loftvideo til lýsingar, sosialar miðlar, heimasíðu ella aðra nýtslu.

Myndatøka

Vit kunnu hjálpa tykkum við at taka myndir til heimasíðu, sosialar miðlar, tíðindaskriv, lýsingar, starvsfólkamyndir ella hvat tað skal vera. Ein góð mynd kann gera allan munin fyri, um tykkara úttrykk sær professionelt út.

Tíðindaskriv

Ynskja tit at koma í miðlarnar við onkrum, tit hava at fortelja? Vit kunnu hjálpa tykkum at finna tíðindavirði í søguni og at seta saman eitt tíðindaskriv at senda til fjølmiðlarnar.

Heimasíðuinnihald

Ein heimasíða kann vera flott sniðgivin, men um innihaldið ikki er gott, sær heimasíðan skjótt gomul og óprofessionel út. Vit kunnu hjálpa við tilrættislegging av tilfari til nýggju síðuna, ella bara at leggja út á tykkara verandi síðu.

Content ætlan

Við at hugsa meira yvirordnað um innihaldið, sum tit leggja út, fáa tit betur stýr á hvussu tit skapa virði fyri kundan. Harafturat sleppa tit undan at tað, at leggja út á tykkara Facebook síðu, blívur ein ad hoc og ofta í síðstu løtu uppgáva. Alt er tilrættislagt, og tit hava meira frælsi til at útføra tykkara dagliga arbeiði.

Tilfar til sosialar miðlar

Hvat skulu vit leggja út á Facebook síðuna? Hvussu skulu vit skriva? Hvørja mynd skulu vit brúka? –– Hesar spurningar fái eg mangan. Vit kunnu hjálpa tykkum at finna tykkara nichu og hvussu tit best fóðra tilfar út á sosialu miðlarnar, bæði við at finna røttu myndina og skriva vælorðaðar tekstir.

Spyr bara

Vilt tú hava hjálp til at framleiða gott innihald, ella hvussu tit tilrættisleggja tykkara innihald betur? Send mær eini boð, so taka vit eitt prát.

"Eftir at hava verið á skeið hjá Jákup valdi eg at biða hann gera ymiskar uppgávur fyri Gist & Vist. Hann hevur eitt nú sett eitt Dashboard upp til okkum, soleiðis at vit kunnu fylgja við gongdini á okkara sølustøðum. Hetta er ein sera stór hjálp og gevur gott yvirblikk. Jákup fær mítt besta viðmæli, av tí at hann er greiður, skjótur og tænastuvinaligur."

Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari Gist & Vist

"Síðan Jákup byrjaði at taka sær av samskiftinum vegna Eysturkommunu, hava vit fingið ein greiðan, nýmótans og upplýsandi profil á netinum, sum vit eru sera glað fyri. Vit hoyra mangan frá øðrum, at Eysturkommuna hevur eina sera jaligan og framsøknan profil á netinum, og tað er Jákupi at takka fyri."

Jóhan Christiansen, borgarstjóri Eysturkommuna