Sosialir miðlar

Hvussu kanst tú brúka sosialar miðlar best? Finn útav hvørjir platformar rigga best til tín tørv, og hvussu tú kanst brúka hesar platformar fyri at røkka út til tín málbólk.

Les meira

Marknaðarføring á sosialum miðlum

Helmingurin av føroyingum – og fleiri mia. brúkarar kring heimin – brúka tíð á sosialum miðlum hvønn dag. Nógva tíð! Ein sosialur miðil er ein fleir-vegis samskiftipallur. Tað vil siga, at tú tosar við fólk, fólk tosa við teg, umframt at fólk tosa við onnur fólk.

Væleydnað nýtsla av sosialum miðlum tekur atlit til øll hesi – tú fortelur, lurtar og fært fólk at deila og tosa jaligt um tína fyritøku.

Hvønn platform skal eg velja?

Mest náttúrligt er at byrja á Facebook, sum er bæði heimsins og Føroya størsti platformur við fleiri enn 30.000 føroyskum brúkarum online hvønn dag.

Men Instagram er vaksandi og egnar seg serliga væl til at fortelja eina visuella søgu og røkka út til ókendar brúkarar (við hjálp av #hashtags). Tað sama við Twitter, hóast fáir føroyingar eru at finna her.

LinkedIn er seriøsi og professionelli platformurin, ið er væl egnaður til B2B marknaðarføring, employee branding og rekruttering av nýggjum stjørnuskotum til fyritøkuna. Á TikTok finnur tú tey yngru, men hesin platformurin krevur at man er øgiliga kreativur.

Pinterest kann eisini nevnast sum spæliplássið hjá teimum kreativu, meðan á YouTube verður hugt eftir 1 mia. tímum av video hvønn dag.

SaveSave

Eg kann hjálpa tykkum við

Kom í gongd

Er hetta nýtt fyri teg, kunnu vit hjálpa tær í gongd við at stovna eina Facebook síðu, Instagram vanga ella hvat so riggar best til tín. vit hjálpa tær í gongd við, hvussu tú best kunnu nýta rætta platformin fyri at raka tín málbólk.

Sosial miðla strategi

Við at leggja eina strategi fyri tykkara sosial miðla marknaðarførslu kann tín fyritøka fáa eina meira skipaða og tilætlaða nýtslu av sosialum miðlum. Hetta hjálpir tykkum at brúka resursir meira effektivt og at fáa betri úrslit.

Content ætlan

Tilrættislegg títt innihald, so arbeiðsbyrðan gerst minni og góðskan av tí, tú leggur út, hægri. Finn tína nichu og hvussu tú kanst skapa virði fyri tín málbólk, so tey fáa eina positiva fatan av tíni fyritøku.

Lýsingarátøk

Vit kunnu hjálpa tykkum við at seta upp størri og smærri lýsingarátøk. Hetta kann vera við øllum frá at spíðska boðskapin til, velja røttu myndina, finna rætta málbólkin, seta átakið upp og fylgja tí til enda.

Remarketing

Málrætta tínar lýsingar eftir brúkarum, sum hava vitja tykkara heimasíðu, keypt á nethandlinum fyrr, brúkt tykkara app ella skriva seg upp til tykkara tíðindabræv. Við tí kanst tú minna fólk á at keypa aftur ella leiða tey longur niður í sølutraktina.

Conversion tracking

John Wanamaker segði um traditionellar lýsingar, at "helvtin av pengunum, eg brúki uppá lýsingar, eru spiltir; trupulleikin er eg veit ikki hvør helvt." Við talgildum miðlum kanst tú máta júst hvussu nógv ein lýsing seldi fyri.

Hagtøl og rapportering

Fá regluligar rapportir umvegis teldupost ella eitt dynamiskt dashboard, sum vísir úrslit frá tínum sosialum miðlum og øðrum platformum, á ein skíggja á skrivstovuni. So hevur tú altíð fingurin á pulsinum og kanst taka skjótari avgerðir.

Vørulýsingar

Hevur tú nethandil? Við eitt nú Product Catalogue á Facebook kanst tú vísa fólki, ið hava keypt eina vøru á nethandlinum, aðrar líknandi vørur fyri at skapa meirsølu. Hetta er eitt slag av remarketing, men meira avancerað.

Facebook Business Manager

Er fyritøkan stór? Umsita tit fleiri Facebook síður, lýsingarkontur og eru fleiri brúkarar? Við Facebook Business Manager kunnu tit skipa hetta betur, so síður og kontur ikki forsvinna við fráfarnum starvsfólki, men altíð hoyra til fyritøkuna.

Spyr bara

Eg kann hjálpa tykkum at brúka sosialar miðlar betur til tykkara samskifti og marknaðarførslu. Send mær eini boð – so taka vit eitt óbindandi prát.

"Eftir at hava verið á skeið hjá Jákup valdi eg at biða hann gera ymiskar uppgávur fyri Gist & Vist. Hann hevur eitt nú sett eitt Dashboard upp til okkum, soleiðis at vit kunnu fylgja við gongdini á okkara sølustøðum. Hetta er ein sera stór hjálp og gevur gott yvirblikk. Jákup fær mítt besta viðmæli, av tí at hann er greiður, skjótur og tænastuvinaligur."

Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari Gist & Vist

"Jákup gav okkum yvirlit yvir allar okkara síður á Facebook og vísti okkum, hvussu vit skjótt og ómakaleyst kundu fáa ein reyðan tráð. Nú er tað lætt at umsita sosialumiðlarnar, og vit hava fingið innlit í spennandi funkur, ið vit ikki hildu vóru gjørligar."

Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari Poul Hansen (Á handlar)

"Síðan Jákup byrjaði at taka sær av samskiftinum vegna Eysturkommunu, hava vit fingið ein greiðan, nýmótans og upplýsandi profil á netinum, sum vit eru sera glað fyri. Vit hoyra mangan frá øðrum, at Eysturkommuna hevur eina sera jaligan og framsøknan profil á netinum, og tað er Jákupi at takka fyri."

Jóhan Christiansen, borgarstjóri Eysturkommuna