Content Marketing: Skapa virði fyri kundan

Jákup Brúsá  |  15. desember 2017

Hvat skal eg leggja út á Facebook síðuna ella Instagram vangan? Hendan spurning stríðast nógv við – bæði størri fyritøkur og feskir íverksetar.

Siðbundnar lýsingar forstýra brúkaran. Lýsingar, sum bara siga “Keyp!” ella “Veist tú hvat okkara fyritøka ger?!”

Content marketing snýr seg um at bjóða brúkaranum okkurt, sum hevur virði.

Her eru nøkur uppskot til hvussu:
Undirhald við festligum innihaldi!
Kunna við viðkomandi upplýsingum!
Skapa forvitni við stuttligum fakta!
Skapa undran við flottum myndum!
Deil tína servitan!

Tín túrur! Hvat hevur rigga væl hjá tær? Skriva í viðmerkingunum niðanfyri.

Viðmerkingar