Facebook víðariskeið

Lær tað nýggjasta og besta innan Facebook og Instagram marknaðarførslu – fyri víðarikomin

Les meira
Stað ikki upplýst Spyr um meiri kunning
Tíðarskeið ikki tøkt Spyr um meiri kunning
kr. 2.990 u/MVG Morgunmatur, døgurði og millummáli er íroknaður prísinum.
12 pláss

Praktisk frálæra í Facebook lýsingaramboðum

Facebook mennist áhaldandi og samstundis gerast amboðini til lýsarar betur og møguleikarnir fleiri. Hetta skeiðið er til tín, sum er vanur at lýsa á Facebook. Vit fara í dýpdina við hvussu tú kanst brúka Facebook meira strategiskt fyri at fáa nýggjar kundar, selja meira og veita eina betur tænastu.

Skeiðið er praktiskt og er skipað sum ein samanrenning av fyrilestri og verkstovu. Tað vil siga, at tú hevur tína egnu teldu við, so tú sleppur at royna ymsu amboðini á Facebook.

Lyft tína marknaðarførslu á eitt hægri støði

Hvussu nógv av teimum, sum trýstu á tína Facebook lýsing, endaðu við at keypa á heimasíðuni? Hvussu kanst tú gera eina lýsing, sum bara rakar tey, sum hava vitjað tína heimasíðu seinastu 30 dagarnar? Hvat við at gera eitt lýsingarflow, so brúkarar síggja eina lýsing fyrst, so eina aðra, tá tey hava vitjað heimasíðuna og aftur eina aðra, tá tey hava skrásett seg til tíðindabræv.

Á skeiðinum lærir tú at arbeiða við meira framkomnu amboðunum í Facebook Ads Manager so sum conversion tracking, remarketing, skræddaraseymaðum málbólkum og sjálvstýrandi kampagnum.

Skeiðsinnihald

Strategisk marknaðarførsla

Brúka Facebook strategiskt við at seta greiðar málsetningar og brúka lýsingarstrategiir, ið passa til tykkara málsetningar.

Facebook Pixel

Set Facebook Pixel tracking kotuna upp á tíni heimasíðu fyri at kobla heimasíðu og Facebook saman. So kanst tú knýta úrslit á heimasíðuni til ávísar lýsingar á Facebook.

Custom Audiences

Málrætta eftir Facebook brúkarum, sum hava keypt á tínum nethandli, eru í tínum mail-lista ella sum hava hugt eftir einum filmi, tú deildi.

Conversion tracking

Máta Return-On-Investment tú fært av tínum Facebook lýsingum – hvussu nógv av teimum, sum trýstu á lýsingina, keyptu ella skrásettu seg á heimasíðuni.

Lýsingar flow

Leið brúkarar ígjøgnum eina sjálvvirkandi lýsingargongd við lýsingum, ið variera alt eftir hvar í sølutraktini, kundin er.

Rapportering og optimering

Lær at grava niður í hagtølini fyri at vita hvat riggar og hvussu tú kanst optimera tíni lýsingarátøk, so tey rigga enn betur.

31.000

føroyingar eru á Facebook hvønn dag

8.600

føroyingar eru á Instagram hvønn dag

26%

hava bara brúkt fartelefonina til Facebook síðstu 30 dagarnar

Jákup Justinussen

Undirvísari

Útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc) og samskifti og miðlar (BA). Starvast dagliga sum ráðgevi innan digitala marknaðarføring og samskifti fyri fleiri størri og smærri føroyskar fyritøkur, og hevur drúgvar royndir í at arbeiða við sosialum miðlum.

Hann hevur áður havt skeið í Facebook marknaðarføring og Google Adwords, undirvísir á Glasir í Havn innan marknaðarførslu og búskap og hevur undirvíst fleiri politiskum flokkunum, um hvussu Facebook kann brúkast í politiskum valstríði.

Hann hevur eisini granska innan politiskt samskifti á sosialum miðlum og hevur útgivið sítt arbeiði í altjóða viðurkenda tíðarritinum International Journal of Information Technology and Politics.

Hesum havi eg hjálpt