Google Ads

Lær at gera Google lýsingar, sum síggjast um alt netið.

Les meira
Hotel Tórshavn Tórshavn
Tíðarskeið ikki tøkt Spyr um meiri kunning
kr. 2.500 u/MVG Morgunmatur, døgurði og millummáli er íroknaður prísinum.
12 pláss

Lýsingar um alt netið

Google Ads er lýsingarplatformurin, ið loyvir tær at gera tekst lýsingar á Google leitimaskinuni, videolýsingar á YouTube og mynda lýsingar á fleiri enn 1 mió. heimasíðum (t.d. fleiri av donsku tíðindasíðunum, útlendskum ítróttarsíðum, veðursíðu, spølum á fartelefonini og hópin av øðrum síðum).

Ótrúliga kostnaðareffektivur lýsingarháttur, tí tú rindar bara, tá lýsingarnar koyra – vanliga fyri hvørt klikk. Tað kostar einki at stovna eina konto.

Praktisk undirvísing

Skeiðið er skipað soleiðis, at tað verður eitt sindur av undirvísing, og so fyri tað mesta praktiskar uppgávur, har tú sjálv/ur arbeiðir við lýsingarplatforminum á tíni egnu teldu við vegleiðing frá skeiðsleiðaranum.

Tí skulu allir skeiðsluttakarar hava teldu við, so øll hvør í sínum lag kunnu royna seg við sínum egnu lýsingum.

Google Partner

Sum Google Partner eri eg certificeraður frá Google at arbeiða við og undirvísa í teirra lýsingarplatformi Google Ads.

Skeiðsinnihald

Stovna lýsingarkampagnu

Lær at seta upp eina lýsingarkontu og stovna títt fyrsta kampagnu.

Kampagnubygnaður

Lær hvussu kampagnur eru uppbygdar á Google Adwords, og hvussu tú skalt seta upp tína kampagnu.

Raka rætta málbólkin

Málrætta eftir ávísum leitiorðum á Google ella eftir brúkarum við ávísum áhugamálum ella ávísum heimasíðum.

Góður lýsingartekstur

Tekstlýsingar á Google hava lítið av plássið at spæla við. Lær at orða ein góðan lýsingartekst, sum fær fólk at vitja tína síðu.

Google Display Network

Lær at seta upp myndalýsingar, sum síggjast á meira enn 1 mió. heimasíðum á netinum – men bara fyri teimum brúkarum, sum tú velur (t.d. føroyingar).

Fíggjarstýring og lýsingarbudgett

Fá góða stýring yvir, hvussu nógv tú brúkar. Hetta er ein kostnaðareffektivur máti at lýsa uppá, og tú avgerð júst hvussu nógv, tú vilt brúka.

>1 mió.

heimasíður eru partur av Google Display Network

40.000

leitingar fara fram á Google hvørt sekund

71.000

YouTube video verða avspæld hvørt sekund

Jákup Justinussen

Undirvísari

Útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc) og samskifti og miðlar (BA). Starvast dagliga sum ráðgevi innan digitala marknaðarføring og samskifti fyri fleiri størri og smærri føroyskar fyritøkur, og hevur drúgvar royndir í at arbeiða við sosialum miðlum.

Hann hevur áður havt skeið í Facebook marknaðarføring og Google Adwords, undirvísir á Glasir í Havn innan marknaðarførslu og búskap og hevur undirvíst fleiri politiskum flokkunum, um hvussu Facebook kann brúkast í politiskum valstríði.

Hann hevur eisini granska innan politiskt samskifti á sosialum miðlum og hevur útgivið sítt arbeiði í altjóða viðurkenda tíðarritinum International Journal of Information Technology and Politics.

"Skeiðsleiðarin dugdi sera væl at greiða frá, var týðiligur og hevði eina gigantiska bakgrundsvitan innan online marknadarføring. Alt í alt ein góður og produktivur dagur saman við fólki, sum hava sama áhuga sum ein sjálvur innan dagliga arbeiðslívið."

Skeiðsluttakari

"Tað var sera gott, at fokus var á praktisku tingini, og at vit sjálvi sluppu at royna okkum."

Skeiðsluttakari

"Vit fingu gjørt eina lýsing – ella báðar tvær – á skeiðinum og sóu eisini, at tær komu fram á teimum ymisku heimasíðunum, t.d. á heimasíðuni hjá Ekstrabladet. Tað haldi eg var ordiliga gott. At man lærdi tað so skjótt, og at man tí kann fara í gongd beinanvegin."

Skeiðsluttakari

Hesum havi eg hjálpt