Lær at gera lýsingar við Canva

Lær, hvussu tú kanst brúka Canva til at sniðgeva ymiskt tilfar til tína fyritøku ella stovn

Les meira
Brandan | Brúgvin Tórshavn
Hós. 4. mai. 2023 kl. 08:30 - 14:30
kr. 2.195 u/MVG Lættur morgunmatur, døgurði, kaffi/té og okkurt søtt er íroknað prísin.
12 pláss 12 pláss eftir

Seinasta freist at tekna seg er 1. mai.

- dagar
- tímar
- minuttir
- sekund

Canva - eitt hent amboð til talgilda marknaðarførslu!

Skeiðið verður skipað við undirvísing í teimum ymisku hentleikunum, sum Canva hevur. Síðani verður farið í gongd við praktiskar uppgávur, har tit kunnu arbeiða við onkrum lýsingartilfari fyri tykkara fyritøku.

Tískil er neyðugt at allir skeiðsluttakarar hava egna teldu við, soleiðis at øll hvør í sínum lag kunnu royna seg.

Undirvísari er okkara fantastiski Manuel J. Delgado, og undirvísingin fer fram á enskum.

Skeiðsinnihald

Frá grundvitan um Canva

Lær tey mest grundleggjandi hentleikarnar og funkurnar sum Canva bjóðar. Hetta er grundarsteinurin undir at arbeiðið kann gerast skjótt og gott.

Lær um pixels og fíluformat

Tað hevur stóran týdning, at støddin á lýsingini er røtt og at formatið er rætt. Hetta broytist alt eftir, hvat lýsingin skal brúkast til, og hvar hon skal vísast

Lær at gera animeraðar lýsingar

Animeraðar lýsingar – tað vil siga lýsingar við rørslu í – vekja meira ans millum fólk á Facebook og Instagram.

Lær at gera eitt "brand kit"

Lær hvussu tú gert eitt brand kit við tínum egnu litum, skrifttypu og øðrum tilfari, ið samsvarar við samleikan hjá fyritøkuni hjá tær. Tað er umráðandi at somu litir og snið ganga aftur í øllum tilfarinum, sum tín fyritøka gevur út.

Viðger av myndum

Kom og lær hvussu tú heilt einfalt og lætt kann broyta litin á eini mynd ella strika bakgrundina á myndini, soleiðis at einans tín vøra er sjónlig.

Uppsetan og goymsla

Lær hvussu tú lættliga kanst skipa títt arbeið á Canva við at gera mappur, brand kits o.a., ið ger arbeiðið lættari og skipað.

30 milliónir

brúkarar, úr 190 londum, eru á Canva hvønn mánaða

80

snið verða gjørd hvørt sekund

60 milliónir

myndir og tilfar tøkt um tú hevur CanvaPro

Manuel James Delgado

Undirvísari

Manuel James Delgado er ein Digital Media ráðgevi við stórum áhuga at hjálpa øllum sløgum av feløgum og stovnum við talgildum miðlum. Manuel hevur vitanina og royndirnar at loysa avbjóðingarnar innan talgilda marknaðarførslu hjá fyritøkum og stovnum. 

Manuel er serfrøðingur í nethandlum og Social Media Marketing. Alt frá at byggja nethandlar til at gera kundar varugar við nethandilin og fáa netsøluna at vaksa. Eisini hevur hann hegnið at skriva og sniðgeva lýsingar. Manuel hevur eitt gott eyga fyri at skapa lýsingatilfar, ið endurspeglar tína fyritøku, stovn ella visjón.

Manuel kann ikki bara hjálpa tær við talgildu miðlunum, men hann kann eisini geva tær neyðugu amboðini, soleðis at tú kanst arbeiða við hesum á einum hægri støði.  

Hesum hava vit hjálpt