META Business Suite

Lær at brúka Business Suite pallin hjá META

Les meira
Brandan | Brúgvin Tórshavn
Mik. 26. apr. 2023 kl. 08:30 - 16:00
kr. 2.895 u/MVG Lættur morgunmatur, døgurði, kaffi/té og okkurt søtt er íroknað prísin.
12 pláss

Seinasta freist at tekna seg er 24. apr.

- dagar
- tímar
- minuttir
- sekund

Hvønn er hetta skeiðið vælegnað til?

Skeiðið er til tín, ið tekur tær av sosialu miðlunum hjá eini fyritøku, stovni ella felagsskapi. Nógv ørkymlast av støðugu broytingunum hjá Meta – og at tað gerst støðugt torførari at finna runt í Facebook jungluni við alsamt fleiri amboðum at fáast við.

Meta Business Suite er pallurin, har allar funkurnar verða samlaðar – og er enn í støðugari menning. Fyrimunurin er at tú nú hevur eitt stað, har tú kanst stýra Facebook og Instagram. So um tú ynskir at duga betur at finna runt í ymsu amboðunum og kenna ymsu møguleikarnar á Facebook og Instagram, so er hetta til tín.

Eitt gott amboð at stýra Facebook og Instagram síðum

Meta Business Suite er ein máttmikil skipan til tey, ið stýra Facebook og Instagram síðum hjá fyritøkum og stovnum. Við skipanini kanst tú stýra tykkara síðum, og tú hevur m.a. møguleika at leggja tilfar út á síðurnar, og at fáa yvirlit yvir tey, ið fylgja tíni síðu.

Tú kanst tíðaráseta nær uppsløg og Stories skulu verða útgivin, svara boðum á tín Facebook og Instagram vanga á einum stað, gera ein content kalendara, umsita atgongd til tykkara síður v.m. Á skeiðinum fært tú eisini 1-til-1 vegleiðing til teir spurningar, tú situr við.

Skeiðsinnihald

Legg tilfar út sum post ella stories frá Meta Business Suite

Lær hvussu tú leggur tilfar út sum post ella stories á Meta Business Suite.

Stillingar & atgongd

Hvar tú finnur stillingarnar og yvirlitið yvir atgongd til síðurnar á Meta Business Suite.

Brúka hagtals funktiónina

Lær at brúka hagtals og upplýsingarsektiónina í Meta Business Suite

Lýsingarpallurin

Stovna, umsit og fylg við hvussu lýsingarnar klára seg á Facebook og Instagram - alt á einum stað!

Knýt Facebook og Instagram saman

Lær hvussu tú knýtur Facebook og Instagram saman umvegis Meta Business Suite.

Kalendara funktión

Lær hvussu tú kanst stovna, planleggja og stýra tínum lýsingum við at brúka innbygda kalendarin.

32.000

føroyingar eru á Facebook hvønn dag

14.000

føroyingar eru á Instagram hvønn dag

35%

hava bara brúkt fartelefonina til Facebook síðstu 30 dagarnar

Manuel James Delgado

Undirvísari

Manuel James Delgado er ein Digital Media ráðgevi við stórum áhuga at hjálpa øllum sløgum av feløgum og stovnum við talgildum miðlum. Manuel hevur vitanina og royndirnar at loysa avbjóðingarnar innan talgilda marknaðarførslu hjá fyritøkum og stovnum. 

Manuel er serfrøðingur í nethandlum og Social Media Marketing. Alt frá at byggja nethandlar til at gera kundar varugar við nethandilin og fáa netsøluna at vaksa. Eisini hevur hann hegnið at skriva og sniðgeva lýsingar. Manuel hevur eitt gott eyga fyri at skapa lýsingatilfar, ið endurspeglar tína fyritøku, stovn ella visjón.

Manuel kann ikki bara hjálpa tær við talgildu miðlunum, men hann kann eisini geva tær neyðugu amboðini, soleðis at tú kanst arbeiða við hesum á einum hægri støði.  

Hesum hava vit hjálpt