Rák innan sosialar miðlar 2021

Dagfør tína vitan um marknaðarførslu og samskifti á sosialum miðlum.

Les meira
Smæran Tórshavn
Frí. 18. jun. 2021 kl. 13:00 - 16:00
kr. 556 u/MVG Kaffi og virðismikil vitan er íroknað.
100 pláss

Seinasta freist at tekna seg er 16. jun.

- dagar
- tímar
- minuttir
- sekund

Rák innan sosialar miðlar 2021

Lær hvussu landslagið innan sosialar miðlar broytist í 2021, hvørjir platformir vaksa og hvørjir minka, hvussu brúkaramynstrini broytast – og fá tað sett inn í ein føroyskan samanhang.

Talan er um ein íblástrardag við góðum møguleikum fyri netverkan, sum verður í Smæruni í Tórshavn. Kostnaður er 556 kr. u/MVG.

Gott høvi at netverka

Hitt onnur, ið starvast innan marknaðarførslu í Føroyum ella sum hava áhuga í at arbeiða við sosialum miðlum. Fá eitt prát um, hvat tey takast við og hvørjar royndir tey hava við, hvat riggar og hvat ikki riggar á sosialum miðlum. Og deil eitt sindur av tíni vitan og royndum afturfyri.

30.000

føroyingar eru á Facebook hvønn dag

15.000

føroyingar eru á Instagram hvønn dag

15.000

føroyingar eru á LinkedIn (ikki hvønn dag)

Jákup Brúsá

Undirvísari

Útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc) og samskifti og miðlar (BA). Starvast dagliga sum ráðgevi innan digitala marknaðarføring og samskifti fyri fleiri størri og smærri føroyskar fyritøkur, og hevur drúgvar royndir í at arbeiða við sosialum miðlum.

Hann hevur javnan skeið í Facebook marknaðarføring og Google Ads, undirvísir á Glasir í Havn innan marknaðarførslubúskap og hevur undirvíst fleiri av politisku flokkunum, um hvussu Facebook kann brúkast í politiskum valstríði. Seinastu 7 árini hevur hann ráðgivið og undirvíst 100+ føroyskum fyritøkum í effektivari marknaðarførslu á netinum.

Hann hevur eisini granska innan politiskt samskifti á sosialum miðlum og hevur útgivið sítt arbeiði í altjóða viðurkenda tíðarritinum International Journal of Information Technology and Politics.

Hesum havi eg hjálpt