Shopify temadagur
Shopify temadagurin er pakkaður við íblástri og vitan um Shopify. Kom og hoyr um týdningin hjá fyritøkum at vera til staðar á netinum og hvussu talgild marknaðarførsla kann gerast í Føroyum. Vit vísa eisini á nakrar keysir, sum kunnu vera til íblástur og kveikjan hjá teimum luttakandi.
Greitt verður eisini frá teimum óteljandi møguleikum og amboðunum, Shopify hevur viðvíkjandi goymslustýring, sølu, marknaðarførslu og rapportering. Møguleikarnir eru heilt nógvir!
Kom til Shopify temadagin og fá íblástur og kveikjandi kunning um Shopify!