Verkstova: Social Media Strategi

Lær at arbeiða strategiskt við marknaðarførslu á sosialum miðlum.

Les meira
Stað ikki upplýst Spyr um meiri kunning
Tíðarskeið ikki tøkt Spyr um meiri kunning
kr. 1490 u/MVG Send teldupost til info@jakup.fo um tú ynskir at fáa rokning fyri skeiðsgjaldið.
30 pláss

Hvussu arbeiða meira strategiskt við sosialum miðlum?

Sosialu miðlarnir geva øllum fyritøkum og felagsskapum góðar møguleikar at røkka út til sínar kundar. Men hjá nógvum er nýtslan av hesum impulsiv og lítið gjøgnumhugsað. Gev tær stundir til at leggja eina ætlan fyri meira tilvitaðari marknaðarførslu á sosialum miðlum.

Hetta merkir at tú umhugsar tykkara málbólk, hvørjir pallar hóska best til tykkara tørv, hvørjar resursir tit hava og hvussu tit kunnu skipa tykkara marknaðarførslu betur á sosialu miðlunum. Við hesum verður hugsað bæði um organiskt content (ókeypis) og paid content (lýsingar).

Skeiðið er væl egnað til vinnuligar fyritøkur, sjálvbodnar felagsskapir, ítróttarfeløg, almennar stovnar – ja øll sum brúka sosialar miðlar til at samskifta við sínar kundar, brúkarar ella aðrar málbólkar.

Skeiðsinnihald

Yvirlit yvir sosialu miðlarnir

Hvussu kunnu teir brúkast ymiskt, og hvat gevur best meining fyri tykkum at brúka tíð uppá? Hvussu kanst tú differentiera millum ymsu kanalirnar heldur enn at leggja tað sama út allastaðni.

Framework fyri tykkara strategi

Tað hevur týdning at skriva niður tykkara strategi. Vit fara at arbeiða við einum framework, har tú lættliga kanst seta orð á týdningarmestu lutirnar í eini social media strategi.

Hvat skulu vit leggja út?

Vit hyggja nærri uppá ymiskt slag av content til sosialu miðlarnar, og hvussu tit kunnu tilrættisleggja tað, so tað ikki blívur ein høvuðpína at leggja út í síðstu løtu.

Raðfesting av resursum

Hvørjar resursir skulu tit fyri at halda tykkara strategi koyrandi? Hvussu kunnu ábyrgdarøkir býtast og hvat skal til fyri at marknaðarføra tína fyritøku effektivt á sosialu miðlunum?

Hent amboð til sosialu miðlarnar

Vit hyggja nærri uppá ymisk hent amboð, sum kunnu hjálpa tykkum í tykkara brúki av sosialum miðlum – serliga tá tit arbeiða við fleiri ymsum pallum. Nógv amboð hjálpa tykkum at umsita alt á einum stað.

Hvussu koma í gongd?

Tú fært eisini nøkur pratisk ráð til hvussu tú kemur í gongd ella hvussu tú kemur víðari við at menna og arbeiða við eini effektivari social media strategi.

Jákup Brúsá

Undirvísari

Útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc) og samskifti og miðlar (BA). Starvast dagliga sum ráðgevi innan digitala marknaðarføring og samskifti fyri fleiri størri og smærri føroyskar fyritøkur, og hevur drúgvar royndir í at arbeiða við sosialum miðlum.

Hann hevur javnan skeið í Facebook marknaðarføring og Google Ads, undirvísir á Glasir í Havn innan marknaðarførslubúskap og hevur undirvíst fleiri av politisku flokkunum, um hvussu Facebook kann brúkast í politiskum valstríði. Seinastu 7 árini hevur hann ráðgivið og undirvíst 100+ føroyskum fyritøkum í effektivari marknaðarførslu á netinum.

Hann hevur eisini granska innan politiskt samskifti á sosialum miðlum og hevur útgivið sítt arbeiði í altjóða viðurkenda tíðarritinum International Journal of Information Technology and Politics.

Hesum hava vit hjálpt