Endin á Facebook News Feed?

Fyri hálvaaðru viku síðan kunngjørdi Mark Zuckerberg nakrar drastiskar broytingar í framtíðarkósini hjá Facebook universinum. Í stuttum snýr tað seg um eina samanrenning av stóru platformunum Facebook, Messenger, Instagram og WhatsApp og størri fokus á tryggari, bronglað og privat samskifti.

Hósdagin komu so boðini um, at Chris Cox, sum hevur verið Chief Product Officer í meira enn 13 ár, og Chris Daniels, leiðari á WhatsApp, gevast á Facebook. Cox hevur m.a. staðið á odda við at byggja tíðarrenslið (News feed), sum er tað fyrsta vit síggja, tá vit logga inn á Facebook. Orsøkin tykist vera ein ósemja yvir framtíðar kósina – og ívist er hvønn leiklut tíðarrenslið kemur at hava í framtíðini.

Tað er eingin loyna, at Facebook hevur verið í tungum brotasjógvið seinastu árini. Fake news, manipulatión av valstríði, misnýtsla av persónligum dátum o.l. hava ført gølu omaná gølu yvir stóra sosiala miðilin.

Tí vórðu nakrar stórvegis broytingar gjørdar í Facebook algoritmuni í fjør, sum skuldu avmarka, hvussu nógv tilfar vit síggja frá fyritøkum og vørumerkjum, og heldur fordjúpa tær relatiónirnar, sum vit hava við onnur menniskju. Eitt ár er farið, og fyritøkur kring allan heimin hava sæð stóra minking í, hvussu nógv fólk vera nádd á Facebook. Men vit deila framvegis líka nógv skrambul.

Ein meira privatur miðil?

Langa greinin, sum Zuckerberg deildi á Facebook tann 6. mars 2019, tosar um eitt Facebook við størri áherðslu á at verja privatlívið. Lyklaprinsippini fyri framtíðarkósini eru í stuttum soljóðandi:

Privat samskifti– Fólk skulu hava einføld og innilig umhvørvi, har tey lættliga kunnu stýra, hvør samskiftir við tey, og hava álit á, at eingin óviðkomandi hevur atgongd til tað, tey deila.

Bronglað samskifti– Privata samskifti hjá fólki skal vera trygt. Samskifti skal vera bronglað frá sendara til móttakara (end-to-end encryption) og harvið forða øllum – íroknað Facebook – frá at síggja, hvat fólk deila.

Tíðaravmarkað innihald – Fólk skulu kenna seg trygg við at vera, sum tey eru, og ikki stúra fyri, at tað, tey deila, kemur at bíta tey í halin seinni. So Facebook fer ikki at goyma boð ella stories longri enn neyðugt fyri at tey koma fram ella longri enn fólk ynskja tey vera goymd.

Trygd– Fólk skulu vænta, at Facebook ger alt, tey kunnu, fyri at halda sínar brúkarar tryggar á teirra platformum.

Samanrenning av platformum– Fólk skulu kunna brúka allar appirnar hjá Facebook fyri at røkka út til sínar vinir, og tey skulu kunna samskifta tvørtur um appirnar lætt og trygt.

Trygg goymsla av dátum– Fólk skulu vænta, at vit ikki goyma eymar upplýsingar í londum, ið ikki virða mannarættindi so sum privatlív og talufrælsi, fyri at verja dátur frá óviðkomadi atgongd.

Her eru nýggir tónar, ið helst eru orsøkin til at Cox valdi at fara úr starvinum sum leiðari fyri vørumenning. Kjarnutænastan hjá Facebook øll hesi árini – tíðarrenslið (news feed) – er alt annað enn privat samskifti. Tað er eitt alment torg, har øll kunnu koma til orðanna við sínum meiningum. Eisini tey, ið deila skrambul, fake news, fyritøkur sum royna at selja, o.s.fr.

Zuckerberg leggur eisini dent á, at samskiftið skal vera bronglað frá sendara til móttakara. Tað merkir, at sjálvt Facebook ikki kann síggja, hvat boðini innihalda. Hetta hevur annars kjarnan av business modellinum hjá Facebook – at vita alt um brúkaran. Hvussu lýsarar nú skulu bólka og segmentera brúkarar, um alt verður dult fyri Facebook sjálvum, er óvist. Men vit kunnu helst vera samd í, at tað er gott fyri brúkaran – og samstundis ein avbjóðing fyri business modellið hjá Facebook.

“Læna” hugskot frá øðrum platformum

Nógvir av tonkunum fyri framtíðar Facebook koma frá tí, sum hevur eydnast væl hjá øðrum platformum. Storiesfekk sítt gjøgnumbrot á Snapchat, og seinni “læntu” bæði Facebook og Instagram hetta.

Somuleiðis blivu Snapchat, WhatsApp og aðrar social messaging appir væl umtóktar, tí tær fluttu seg burtur frá tí almenna torginum og yvir til eitt minni umhvørvi, har bert tey útvaldu síggja, hvat tú deilir. Serliga var hetta attraktivt fyri ung, nú “mamma og babba eisini eru á Facebook”. Hetta var helst orsøkin til at Facebook legði nógva orku í at menna Messenger sum ein separatan platform.

Hvussu kemur Facebook at síggja út í framtíðini?

So er tað tann brennandi spurningurin: Hvussu kemur Facebook at síggja út í framtíðini? Talan er ikki um broytingar, sum henda yvir nátt. So vit kunnu vænta, at ein tíð gongur, áðrenn vit síggja tær heilt stóru broytingarnar – ella at tær henda so líðandi.

Men ilt er at sleppa uttanum, at almenna torgið á Facebook ikki heilt passar inn í framtíðar-myndina, sum Zuckerberg lýsir. Vit kenna hetta longu frá ungu ættarliðunum, sum rýma frá Facebook til platformar sum Instagram. Men Instagram tíðarrenslið er eisini eitt alment torg, sum ein og hvør kann síggja, so ilt er at ímynda sær, at tíðarrenslið verður heilt burtur.

Fyri fyritøkur kann hetta tykjast sum ein avbjóðing, tí um tíðarrenslið ikki verður tað fyrsta vit síggja, tá vit rita inn á Facebook, hvussu skulu hesar so røkka út til fólk uttan altíð at muga rinda fyri lýsingarpláss?

Komandi vikuna verið eg á Social Media Marketing World í San Diego, USA, har nakrir av fremstu serfrøðingunum tosa um sosialar miðlar og marknaðarførslu. Har vóni eg at læra eitt sindur meira um, hvussu framtíðin sær út fyri fyritøkur og vørumerki á Facebook.

Stay tuned!

Viðmerkingar