Facebook avmarkar atgongd til persónligar upplýsingar

Brúsá  |  6. apríl 2018

Facebook er ein góður tænari men ein ringur harri. Eftir allar gølurnar, sum hava rakt sosiala miðilin í seinastuni um (mis)brúk av persónligum upplýsingum, hevur hendan frálíka tænastan, sum meira enn 30.000 føroyingar brúka hvønn dag, fingið eina myrka síðu. Ikki at hetta er ein nýggjur tanki, men kjakið um verju av persónligum upplýsingum er av álvara kyknað.

Nú roynir Zuckerberg at bøta um skaðan, og spennandi verður at síggja, um tað eydnast at endurvinna álitið hjá fólkið. Ella um fólk veruliga leggja nakað í, hvussu teirra upplýsingar verða brúktir. Anyways, her eru 5 stórar kunngerðir, sum Facebook er komin við í síðstuni (samanumtikið við feitari skrift).

Facebook minkar stórliga um mongdina av upplýsingum, sum mennarar kunnu fáa fatur á, galdandi beinanvegin.

Nick Statt hjá The Verge skrivar soleiðis:

Facebook sigur nú, at tað ikki longur loyvir appum at heinta persónligar upplýsingar so sum átrúnað, politisk sjónarmið, parlag status, vinarlistar, útbúgving og arbeiðssøgu, virksemi innan fitness, hvørjar bøkur tú hevur lisið, tónleik tú hevur lurta eftir, tíðindi tú hevur lisið, filmsbrot tú hevur hugt eftir og spøl tú hevur spælt. “Næstu vikuna fara vit at strika møguleikan hjá mennarum at biða um dátur, sum fólk hava deilt við teimum, um tey ikki hava brúkt appina seinastu 3 mánaðirnar,” skrivar Schroepfer (tekniskur stjóri á Facebook) … Hetta ger tað munandi truplari fyri app mennarar at brúka Facebook dátur fyri at betra um sínar vørur og djúpri integrera seg inn í online lívið hjá einum brúkara.

Broytingarnar steðgaðu ikki við hesum kjarnu Facebook API. Fyritøkan avmarkar eisini Instagram API fyri at steðga innsamling av fylgjara listum hjá brúkarum, forholdum og viðmerkingum til alment innihald. Tað sløkkir eisini fyri gamla API hjá Instagram áðrenn ætlað. Upprunaliga var ætlanin at sløkkja fyri Instagram API Platform tann 31. juli.

Frá 9. apríl fara brúkarar at síggja eina leinkju ovast á sínum tíðarrensli til hvørjar appir tey brúka, og hvørjar upplýsingar tey hava deilt við teimum appunum. Fólk kunnu eisini strika appir, sum tey ikki longur ynskja at brúka.

Talið av fólkum ávirkað av Cambridge Analytica holinum er 87 mió.

Miðlar hava áður skrivað, at 50 mió. brúkarar eru ávirkaðir av brotinum. Men ein møguleiki, sum loyvdi brúkarum at leita eftir vinum við telduposti ella telefonnummarið, kann hava verið orsøk til, at upplýsingar hjá øllum Facebook brúkarum eru skavaðir saman av third parties (hetta er tó ikki møguligt longur orsakað av avmarkingunum í API’inum hesa vikuna). Todd Haselton frá CNBC skrivar soleiðis:

“Vit hava sæð skaving,” segði Mark Zuckerberg, stjóri, í eini samrøðu við tíðindafólk. “Eg vildi gingið út frá, at um tú hevur hesa funku tendraða, so hevur onkur onkuntíð havt atgongd til tínar almennu upplýsingar á onkran hátt,” segði hann.

Sum eitt úrslit av hesi gølu hevur Facebook gjørt tað gjørligt hjá tær at taka niður allar dátur, sum tú hevur deilt á platforminum. Far inn á ‘Settings’/’Instillinger’ í menuini ovast í høgra hornið. Har kanst tú velja ‘Download a copy of your Facebook data’.

Zuckerberg fer at vitna fyri amerikansku kongressini í komandi viku.

Hann varð innkallaður til forhoyr, og bíðað hevur verið eftir at hoyra frá honum. Nú hevur hann játtað at møta upp tann 11. apríl, og hetta kann blíva eitt óbehagiligt forhoyr av demokratum og republikanarum, sum trúgva, at sosiali miðilin hevur ábyrgdina av øllum frá fake news til online ekstremismu.

Facebook sigur, at tað í stóran mun fer at geva restini av heiminum ágóðan av verjuni í evropeiska General Data Protection Regulation (GDPR).

Hetta er ein lóggáva samtykt í ES í 2016 um strangari verju av persónligum upplýsingum, og hon kemur í gildið tann 25. mai 2018. Mark Zuckerberg hevur sagt, at hetta er ein jalig broyting, og at Facebook ynskir at brúkarar uttanfyri ES eisini fáa møguleika at stýra betur, hvør fær atgongd til sínar persónsupplýsingar.

GDPR hevur í stuttum fokus á samtykki. Ein og hvør, sum savnar persónligar dátur, skal greiða brúkaranum frá hvørjar dátur verða samlaðar og hví. Hetta kemur at ávirka hvussu vit brúka persónligar dátur í marknaðarførslu – og helst gera tað meira avbjóðandi – men við tí vinningi, at vit sum brúkarar hava størri vald á, hvussu okkara upplýsingar verða brúktir.

Lítið síðuspor – hoyr Steve Jobs greiða frá GDPR, áðrenn tað var til:

Facebook minkar um nøgdina av dátum, sum verða samlaðar um telefonsamrøður og SMS-boð.

Síðsta mánað varð avdúkað, at Facebook hevur samlað upplýsingar um telefonsamrøður og SMS-boð frá Android telefonum í fleiri ár. Facebook hevur brúkt tað, sum nevnist “opt-in” fyri at betra um sína vinar-viðmælis algoritmu við at biða um atgongd til kontaktir, SMS dátur og telefonsamrøðu historikk á Android telefonum. Facebook brúkarar, ið vórðu ræddir av Cambridge Analytica gøluni, byrjaðu av taka niður sínar dátur og vóru kløkkir at síggja upplýsingar um telefonsamrøður og SMS-boð, ið tey hava sent.

Facebook hevur nú sagt, at tað hevur kannað hesa funkuna og valt at gera broytingar. “Vit hava endurskoðað hendan møguleikan fyri at váttað, at Facebook ikki samlar innihaldið í boðum – og vit fara at strika dátur, ið eru eldri enn eitt ár,” segði tekniski stjórin á Facebook Mike Schroepfer.

SaveSaveSaveSave

SaveSave

SaveSaveSaveSave

SaveSave

Viðmerkingar