Facebook broytir hvussu uppsløg á fartelefon verða víst

Jógvan Simonsen  |  21. august 2019

Facebook hevur broytt, hvussu nógvur tekstur verður vístur í uppsløgum og lýsingum á fartelefonini. Einans 3 reglur av teksti, meðan restin má lesast við at trýsta á “Vís meira”. Harafturat verða myndir, ið eru hægri enn 4:5 í breidd/hædd lutfalli skornar av til í mesta lagið hesa hæddina.

Facebook kunngjørdi fyrradagin eina broyting í tíðarrenslinum (news feed) á fartelefonini, sum ávirkar uppsløg og lýsingar á fartelefon. Á F8 ráðstevnuni í ár varð sagt, at størri dentur fór at leggjast á, at skapa ein enn lættari og skjótari miðil hjá brúkaranum at finna tað, hann leitar eftir.

Í hesum sambandi hevur Facebook júst gjørt tvær broytingar á tíðarrenslinum á fartelefonini:

  1. Lýsingar og uppsløg á fartelefon vísa nú bert 3 reglur av teksti, meðan restin má lesast við at trýsta á “Vís meira”.
  2. Myndin kann vera max 4:5 í breidd/hædd lutfalli. Um myndin er hægri, verður hon avskorðin.

Sambært Facebook er broytingin framd fyri at gera tað lættari hjá tær at sniðgeva tilfar til Facebook og Instagram og at betra um effektivitetin av lýsingum.

Myndin niðanfyri er eitt dømi, um hvussu ein lýsing kundi síggja út áðrenn, og hvussu sama lýsing sær út nú.

Hvat merkir hetta fyri títt innihald á Facebook?

Hetta ger tað týdningarmiklari enn áður at koyra teir mest týdningarmiklu upplýsingarnar í tekstinum á tær ovastu tríggjar linjurnar. Hevur tú meira tekst, má brúkarin taka støðu til at trýsta á ‘Les meira’ – og harvið hevur tú mist helmingin av brúkarum.

Ver eisini umhugsin um støddarlutfallið á myndum, tú brúkar. Nógv brúka framvegis liggjandi myndir, men standandi myndir eru vorðnar alsamt meira vanligar, og hesar fylla eisini meira á fartelefon-skíggjanum. Tað merkir betri sjónligheit. Tó so verður myndin avskorðin, um hon er hægri enn 4:5 í breidd/hædd lutfalli. Men um tú tekur eina standandi mynd við fartelefonini, er hon vanliga 4:3 í støddarlutfalli, sum er fínt.

Keldur:

Changes to text and aspect ratios on Mobile News Feed

Day 1 of F8 2019: Building New Products and Geatures for a Privacy-Focused Social Platform

 

 

Viðmerkingar