Finn útav hvat Facebook veit, um hvat tú gert uttanfyri Facebook

Brúsá  |  4. februar 2020

Facebook samlar upplýsingar um allar sínar brúkarar og loyvir við hesum lýsarum at málrætta lýsingar betur. Hetta er orsøkin til, at tú og eg kunnu brúka Facebook ókeypis.

Men Facebook sær ikki einans, hvat tú gert á Facebook. Vit rita jú inn á ymsum heimasíðum við okkara Facebook brúkara. Harafturat brúka ymsar síður eina tracking kotu frá Facebook fyri at samla neyvari hagtøl um vitjandi.

Í 2018, tá Cambridge Analytics gølan var í hæddini, lovaði Zuckerberg at gera eitt amboð, sum gav brúkarum møguleika at strika sína søgu á Facebook. Hugskotið tók leingi at gera um til veruleika – og bleiv nakað broytt ávegis – men er nú alment.

Off-Facebook Activity

Undir ‘Off-Facebook Activity‘ kanst tú síggja hvørjar upplýsingar Facebook hevur um síður ella appir, tú hevur vitjað uttanfyri Facebook. Tú kanst eisini velja at strika tína søgu OG steðga Facebook frá at samla hesar upplýsingar um teg framyvir (tvær ymsar funkur).

Soleiðis verða upplýsingar deildir við Facebook.

Eitt nú síggi eg í skrivandi løtu, at Facebook veit um 439 heimasíður og appir, sum eg havi vitjað. Harafturat eri eg ritaður inn á 48 síðum og appum við mínum Facebook brúkara. Tú kennir tað helst, at ístaðin fyri at stovna ein nýggjan brúkara á einari heimasíðu, er tað nógv lættari bara at rita inn við Facebook brúkaranum.

Á listanum síggi eg m.a. Goodreads, ið er ein app eg brúki at skráseta hvørjar bøkur eg havi lisið og vil lesa. Eg síggi Elevate, ið er ein frálík app til eitt sindur at heilagymnastikki í gerandisdegnum. Eg síggi BT.dk, har eg havi lisið onkur tíðindi; Bored Panda, har eg havi grinið eitt sindur; Miniinthebox, har eg havi leita eftir onkrum at keypt; Bíbliu appina, har eg havi fingið nøkur góð orð til dagin o.s.fr.

Her finnur tú møguleikan at síggja, hvat Facebook veit um tína atferð uttanfyri Facebook (Kelda: Mari Smith)

So what?

Hvat so? Vit kunnu gleðast um, at hetta er eitt stig móti at geva okkum brúkarum betri stýring á, hvussu okkara upplýsingar verða brúktir. Og eg trúgvi hetta rákið fer at halda áfram komandi árini. Eitt nú fer Chrome internet-kagin at sleppa sær av við cookies innan tey næstu 2 árini (third-party cookies fyri at vera heilt rætt). Hetta krevur, at online lýsingarídnaðurin má hugsa nýggjar leiðir, í mun til hvat vit eru von við.

Men hvat so, um Facebook veit, hvørjar aðrar heimasíður eg vitji? Hvat so, um eg síggi lýsingar fyri gular gummistivlar beint aftaná, at eg havi hugt eftir einum gulum gummistivlum á Amazon? Nógv sita við eini kenslu av at verða forfylgd. Men tú sleppur ikki undan at síggja lýsingar, um tú strikar tína søgu. Tú sært bara minni málrættaðar og minni viðkomandi lýsingar ístaðin. Og um tú velur at forða Facebook í at vita nakað um tín ‘Off-Facebook Activity’, so riggar ikki at rita inn við tínum Facebook brúkara á øðrum síðum.

Summi eru kynisk og skeptisk um alt – og vænta kanska, at Zuckerberg situr við einum loyniligum kontrol-sentrið og eygleiðir alt, vit gera, og manipulerar okkum. Onnur eru naiv og óansin – og hugsa ikki um, at alt vit gera á netinum, leggur talgild fótafet eftir sær. Avdúka kanska í so nógv viðhvørt (hasar illgrunasomu vinarumbønirnar ein fær frá útlendskum damum við heldur avdúkandi profilmynd, har man síðan sær, hvørjar vinir vit hava til felags).

Eg hugsi, at best er einastaðni ímillum – har vit viðurkenna, at ókeypis nettænastur fylla alsamt meira í okkara lívi, og at persónligir upplýsingar eru gjaldoyra fyri hetta. Men eisini har vit eru ansin við tí, sum ikki tolir dagsins ljós ella sum er meira viðkvæmt.

Nåh, nokk av míni lummafilosofering… eg leggi einki í, um Facebook veit, at eg havi hugt eftir ferðum til Mallorca og eftirfylgjandi vísir mær lýsingar fyri gistingarhús á Mallorca. Men um tær dámar hetta illa, jamen so hevur tú nú fingið møguleikan at strika tína søgu og steðga Facebook í at fylgja tær uttanfyri Facebook framyvir. #PowerToThePeople

Les meira um Off-Facebook Activity

 

Hvat heldur tú um hetta? Fert tú at strika tína søgu og forða Facebook at fylgja tínum sporum?

Viðmerkingar