Geografisk málrætting á Facebook

Brúsá  |  30. desember 2017

Ert tú vanur við at gera lýsingar ella stimbra/boosta uppsløg á Facebook? So hevur tú kanska spælt eitt sindur við møguleikan at raka rætta málbólkin. Um ikki, so er tíð uppá at gera tað. Her eru nøkur góð ráð til at málrætta geografiskt.

Hevur tú eina fyritøku í Føroyum, so málrættar tú helst eftir øllum føroyingum á Facebook. Vit eru so fá, so kostnaðurin av hesum er ikki nógvur – so tað er lætt at hugsa “Gott er, eg lýsi bara eftir øllum.” Men her eru 2 orsøkir til, hví tú skalt umhugsa, hvussu breitt tú siktar.

Fyri tað fyrsta, so spillir tú pengar – hóast tað kanska er forholdsvís lítið av pengum. Hví ikki minka málbólkin, so tey røttu síggja lýsingina 5 ferðir, heldur enn at øll síggja hana einaferð (eisini tín veruligi málbólkur).

Fyri tað næsta, so irreterar tú fólk. Lýsingar, sum einki hava við meg at gera og eg ongan áhuga havi í, eru óljóð á mínum Facebook veggi. Tær taka pláss, forstýra og gera, at eg má scrolla longur fyri at síggja tað, eg tími at hyggja eftir.

Um tú hevur eina kiosk í Sumba, so er helst óneyðugt hjá tær at brúka lýsingarpengar uppá fólk í Svínoy.

Soleiðis málrættar tú betur – geografiskt

Møguleikarnir at málrætta eru fleiri, men eg vil við hesum vísa á geografiskar málrætting. Tú kanst velja Føroyar og avmarka tín málbólk til áleið 36.000 brúkarar. Men tú kanst eisini velja oyggjar ella bygdir. T.d. um eg bara vil lýsa í Norðoyggjum, so velji eg Norðoyggjar (Facebook dugir ikki so væl føroyskt, so tað eitur Norðoyar) – so havi eg minka bólkin niður til 5.000 brúkarar.

Um eg vil raka Havnina, so velji eg Tórshavn – og so havi eg minka málbólkin niður í eina helvt. Minst bara til, at tá tú velur bygdir/býir, so vísir Facebook ein radius rundanum. Trýst høgrumegin bygdina/býin og vel ‘Current city only’. So rakar tú bara fólk í Havn.

For lítil málbólkur?

Seinasta árið hevur Facebook hildið, at nærum allar Føroyar eru ein ov lítil málbólkur (sum tú sært í myndini omanfyri). “Your audience selection is too specific” er afturmeldingin. Í flestum førum er hetta ikki ein trupulleiki, tí hetta er ikki kravt, men viðmælt. Tú goymir bara málbólkin og koyrir lýsingina avstað. Skuldi tú havt trupulleikar av at fáa lýsingina avstað, kanst tú eisini seta hana upp í Facebook Ads Manager. Har eru eisini fleiri aðrir møguleikar, umframt at tú fært eitt enn betur yvirlit yvir hvussu langt tú røkkur.

Men eg finni ikki bygdina, eg leiti eftir

Eingin trupulleiki. Ikki allar føroyskar bygdir eru at finna, tá tú málrættar. Ístaðin kanst tú seta eina stift á kortið fyri at eyðmerkja júst tað økið, ið tú vilt málrætta eftir. Við hesum kanst tú gera eina lýsing, sum rakar fólk í einari bygd, og onga aðrastaðni.

Tín túrur. Hvørjar royndir hevur tú við at málrætta geografiskt? Hevur tú spurningar, ert tú eisini vælkomin at spyrja niðanfyri.

SaveSaveSaveSave

SaveSave

SaveSave

Viðmerkingar