Fá heimasíðuna at arbeiða skjótari

Brúsá  |  21. desember 2017

Vit øll kenna, hvussu irreterandi tað er at bíða eftir eini seinari heimasíðu. Niðanfyri eru nøkur góð amboð til, hvussu tú kanst kanna hvussu væl heimasíðan arbeiðir, og hvat tú kanst gera fyri at betra um síðuna.

Heimasíðan er tín sýnisgluggi á netinum. Um einki spennandi er í glugganum, so fara fólk víðari.

Visti tú, at jú longri tíð síðan tekur at loada, jú skjótari missa tey vitjandi áhuga. Og skjótleiki er eitt lyklating, Google hyggur eftir, tá tað avgerð, hvussu ovarlaga í leitiúrslitunum ein heimasíða skal liggja.

Orsøkirnar fyri eini seinari heimasíðu kunnu vera ymiskar:

  • Ov nógv plugins installeraði
  • Myndirnar á heimasíðuni fylla ov nógv
  • Vánalig hýsing
  • Ein vánalig sniðskapilón

Hugsa um fartelefonina fyrst og fremst

Vit liva í eini tíð, hvar snildfonin fyllir alsamt meira í gerandisdegnum. Tí hevur seinastu árini verið tosað nógv um ‘Mobile First’ innan heimasíður. Heimasíðan skal altíð taka støði í, at brúkarar eru á fartelefonini – meira og meira.

Meira enn helvtin av øllum netvitjanum í dag eru á fartelefonini. Tí hevur seinastu árini verið nógv tosað um, at heimasíðan má vera responsiv, so hon tillagar seg til støddina á skíggjanum.

Men tað snýr seg eisini um, at heimasíðan ikki er ov ‘tung’, so hon ikki loadar ov seint hjá vitjandi. Hetta kemst ofta av, at myndirnar á síðuni ikki eru minkaðar ella komprimeraðar, áðrenn tær eru lagdar út. Summar heimasíðuskipanir so sum WordPress hava amboð, ið gera hetta sjálvvirkandi, tá tú leggur eina mynd út.

Kanna hvussu væl tín heimasíða riggar

Far inn á Google PageSpeed Insights og skriva tína heimasíðu inn. So fært tú at vita, hvussu væl hon riggar á fartelefon og á teldu. Harafturat fært tú eisini at vita hvat kann gerast fyri at betra um síðuna. Nógv av tí er nokkso tekniskt, men allarhelst veit tín heimasíðuumsitari hvat er.

Tú kanst eisini royna Google Mobile Speed Testing Tool, ið vísir tær, hvussu væl tín heimasíða riggar á fartelefonini. Hetta fortelur tær:

  • hvussu skjótt síðan loadar
  • hvussu nógv vitjandi detta av í svinginum, um hon loadar ov seint
  • hvussu síðan riggar, tá telefonin bert hevur 3G sambandi (ikki altíð so høg ferð)
  • og hvussu væl síðan stendur seg í mun til aðrar heimasíður

Tú kanst minka myndir áðrenn tú leggur tær út á heimasíðuna við TinyPNG. Tú hálar myndina í kassan á síðuni, bíðar og tekur myndina niður aftur klára at leggja út á heimasíðuna.

Tín túrur! Hvussu ávirka seinar heimasíður teg? Og hvussu skjótt loadar tykkara heimasíða? Skriva í viðmerkingunum niðanfyri.

SaveSave

Viðmerkingar