
Kanning: Føroyingar millum ídnastu viðmerkjarar á Facebook
Føroyingar viðmerkja mest á Facebook. Vit liggja nr. 2 millum 225 lond eftir hvussu nógvar viðmerkingar vit skriva á Facebook.
Miðal Facebook brúkarin kring heimin hevur skrivað 4 viðmerkingar seinastu 30 dagarnar, meðan Miðal føroyingurin hevur skrivað í miðal 13 viðmerkingar. Grønlendingar liggja ovast við 18 viðmerkingum í miðal.
Ikki nokk við tí, so liggja Føroyingar nr. 1 fyri hvussu nógvar tumlar vit geva til uppsløg – í miðal 24 seinastu 30 dagarnar. Og vit liggja eisini nr. 1 fyri hvussu nógvar Facebook lýsingar vit trýsta á. Í miðal hevur hvør føroyingur á Facebook trýst á 24 lýsingar seinasta mánaðin.
Hví er tað so? Niðanfyri eru nakrir tankar frá mær í tíðindasendingini í Kringvarpinum á middegi.
Hvat heldur tú? Hví viðmerkja vit og smá samfeløg sum heild meira enn onnur? Ver vælkomin at skriva tína meining sum viðmerking niðanfyri.
SaveSaveSaveSave
SaveSave