Nema

Content til nýggja heimasíðu hjá Nema

Avbjóðing 

Í 2020 fóru tær báðar fyritøkurnar, Hey og Nema, undir at leggja alt virksemi í eitt felag. Í hesum sambandið skuldi ein nýggj heimasíða gerast við nýggjum og dagførdum innihaldi frá báðum fyritøkunum.  

Loysnin 

Í samstarvið við Nema og Krea, sum menti heimasíðuna, framleiddu vit innihaldið til nýggju síðuna. Síðan varð gjørd í WordPress, og vit samskipaðu at røttu snið-elementir (blokkar) vóru ment fyri at framtíðartryggja heimasíðuna, so tað var lætt at byggja ymsar landing-síður framyvir.  

Talan var um rúgvusmikið innihald, sum skuldi skrivast og setast upp um allar vørur og tænastur, sum Nema bjóðar – vørulýsingar, keysir og annað innihald. Vit framleiddu tekstir og settu teir upp inn á síðuni saman við myndum og grafikki í samstarvi við grafikkaran hjá Nema.