
Eiðis kommuna
Dronumyndir av Eiði
Eiðis kommuna skuldi hava nýggja heimasíðu, ið mínir dugnaligu samstarvsfelagar Beak hava gjørt. Ovast á forsíðuni – tað fyrsta, ið vitjandi síggja – skuldi vera ein filmur av vøkru kommununi. Ein dronufilmur.
Vakra náttúran og sjarmerandi smáu bygdirnar í kommununi (Eiði, Ljósáir og Svínáir) gjørdu tað lætt at fáa góðar myndir í kassan í 4K góðsku.
Síðan var filmurin eftirviðgjørdur og leveraður í eini lættari og ljóðleysari útgávu, ið ikki tyngir heimasíðuna ov nógv, og í eini størri útgávu at deila á sosialum miðlum ella til aðra nýtslu.
Myndatøka: Jákup Justinussen
Klipt og sett saman: Jákup Justinussen
Vitja heimasíðuna hjá Eiðis kommunu.
Viðmerkingar