Insito

Online kampagnur: Sølan økt við 80% 📈

Avbjóðingin

Klædnahandilin Insito heldur til í SMS og selur klæðir, skógvar og tilhoyr av ymsum slag til kvinnur. Tey høvdu Shopify nethandil frammanundan, men vildu gjarna verða sjónligari og røkka út til fleiri kundar á netinum.

Loysnin

Síðani januar mánað 2021 hava vit arbeitt saman við Insito við einari miðvísari marknaðarførsluætlan á Facebook og Instagram. Harumframt hava vit eisini veitt support og vegleitt við teirra nethandil, sum er bygdur í Shopify skipanini.

Frá januar til apríl mánað hava tey uppliva ein 80% vøkstur á teirra samlaðu sølu samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Netsølan hevur fingið eitt serligt boost hetta tíðarskeiðið – heili 2,5x so nógv sum í fjør. Vit fegnast saman við Insito um teirra góða úrslit.

– Samarbeiðið við Jákup Brúsa hevur hjálpt okkum væl á veg. Vit føldu, at vit vóru komin nokkso fitt fram á sosialu miðlunum, men manglaðu tað síðsta “kick’i”, ið vit ikki megnaðu/dugdu at fremja sjálvi. Vit hava verið sera glað fyri samstarvið. Teir eru altíð lættir at fáa fatur á og handla teir skjótt.

Vilt tú hava hjálp við tínum nethandli, ella kanska byggja ein nýggjan nethandil? So kanst tú seta teg í samband við okkum á info@jakup.fo ella við at ringa á tlf. 720 720.

Viðmerkingar