Touche.fo

Nýggjan nethandil og online kampagnur: Sølan øktist 29% 📈

AVBJÓÐINGIN

Klædnahandilin Touché ynskti at koma út á netið at selja. Tey hava handil á Áarvegnum í Tórshavn, men sóu ein tørv á at hava eina sølukanal á netinum – serliga í árinum, har COVID-19 herjaði.

Netsøla er eksploderað síðan COVID-19. Ein rúgva av fólki, sum áður ikki kendu seg tryggan við at keypa á netinum, varð tvungin til at royna seg á netinum = fleiri potentiellir kundar á netinum.
Touché ynskti at fylgja við rákinum og at røkka longur.

LOYSNIN

Vit bygdu Touché ein nethandil við Shopify nethandilsskipanini. Harafturat fingu tey eina Shopify kassaskipan til handilin, so allar sølukanalir vóru fult integreraðar. Hetta merkir, at tey hava eina samlaða goymslustýring (um ein vøra verður útseld í handlinum, stendur hon sjálvvirkandi sum útseld í nethandlinum). Tey hava eisini betri yvirlit yvir hagtøl – hvussu nógv tey seldu fyri á netinum vs. í handlinum, hvør vøra selur best, hvørjar lýsingar føra til mest sølu o.s.fr.

Sum eitt ískoyti til nethandilin gjørdu vit eitt samstarv við Touché, har vit taka okkum av teirra online marknaðarførslu fyri at fáa vitjandi inn í handilin og økja søluna, so teirra íløga er skjótt afturvunnin.

Vit hava arbeitt við teirra marknaðarførslu á netinum í eitt hálvt ár og tað hevur eydnast væl. Hvør lýsingarkróna á Facebook og Instagram lýsingar er faldað yvir 5 ferðir á nethandlinum. Harafturat koma eisini fleiri kundar inn í handilin at royna og keypa klæðir, sum tey sóu á netinum. Samanlagt er sølan (frá oktober 2020 til februar 2021) vaksin 29% í mun til árið fyri og nethandilin er vitjaður meira enn 43.000 ferðir.

– Vit eru sera væl nøgd við samstarvið, sigur Sunrið Olsen, sum eigur og rekur Touché. Lýsingarátøkini hava givið góð úrslit, og vit hava allatíð fingið skjóta og góða hjálp og vegleiðing við Shopify.

> Vitja nethandilin hjá Touché her

Vilt tú hava hjálp við tínum nethandli, ella kanska at byggja ein nýggjan nethandil? So kanst tú seta teg í samband við okkum á info@jakup.fo ella við at ringja (finn tlf her)

Forsíðan á fartelefonini

 

Vørusíða 

 

Viðmerkingar