Til stuttleikar

Paramotor flúgving í Nes haga

Ein sunnudag seinnapart í februar 2017 var eg ein biltúr í Nes haga. Eg kom av tilvild fram á ein paramotor-instruktørur, sum var á veg upp í luftina við einum ferðafólki. Dronan lá í viðførisrúminum, so hon varð skjótt tikin fram og túrurin dokumenteraður hendan vakra vetrardag.

Sama kvøld varð filmurin lagdur út á mína Facebook síðu. Skjótt høvdu 6.000 fólk sæð filmin og dagin eftir varð hann vístur við endan av Degi og Viku í Kringvarpinum. 🙂

Viðmerkingar