Rent Your Car

Ætlaða ársinntøkan nádd longu í oktober ✅

Avbjóðingin

Eigararnir av føroysku bilaleiguni “Rent Your Car” Tór av Skarði og Jákup Breckmann vildu koma sterkt aftur og fáa sum mest burturúr 2021 eftir eitt óvanliga tungt ár innan føroysku ferðavinnuna í 2020. Hetta rakti sjálvsagt eisini bilaleiguna í Føroyum við munandi færri ferðafólki í landinum.

 Loysnin

Í februar 2021 tóku vit ábyrgdina av at umsita og optimera teirra lýsingarátøk á Google og Facebook. Hetta gav teimum betur stundir til at reka og vaksa um sína fyritøku.

Sjónligheit á Google hevur serligan týdning, tí helmingurin av online umsetninginum innan hesa vinnugrein kemur frá leitandi kundum – útlendingar, sum leita eftir t.d. ‘car rental in the faroe islands’. Og her skuldu vit tryggja, at RentYourCar lá ovast á Google.

Úrslitið

Rent Your Car hevði frammanundan sett sær nøkur inntøkumál fyri árið. Og longu í oktober kundu vit staðfesta, at teir høvdu nátt ætlaða inntøkumálið fyri alt árið – heilar 3 mánaðir áðrenn árskifti. Og ein stórur partur av umsetninginum kom frá Google. Og vit sóu eitt Return-on-ad-spend á 21x á Google lýsingunum. T.v.s. fyri hvørja lýsingarkrónu brúkta seldu teir fyri 21 kr.

“Vit føldu, at vit brúktu ov nógva tíð uppá marknaðarførsluna og úrslitið var ikki nóg gott í mun til tað tíðina vit brúktu. Vit sóu beinavegin úrslit aftaná eina viku ella tvær, tá vit outsourcaðu marknaðarførsluna til Jákup Brúsá. Nú marknaðarførslan verður gjørd góð og effektiv, kunnu Tór og eg seta meira fokus á vørumenning.” – Jákup Breckmann

Vit fegnast saman við Rent Your Car um teirra góða úrslit og halda áfram, at samstarvast mótvegis góðum úrslitum í 2022.

Vilt tú hava hjálp við at gerast sjónligari á netinum? So kasnt tú seta teg í samband við okkum á info@jakup.fo ella við at ringja til okkum (finn tlf her).

Viðmerkingar