Blái Krossur Føroya

#RúsfríttSummar

Blái Krossur Føroya byrjaði í 2016 verkætlanina Liv Lívið, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungum til rúsdrekka og rúsevnir – tað er okay at siga nei takk. Átakið innibar at vera til staðar á festivalum. Í 2017 ynskti felagsskapurin at økja innsatsin við Liv Lívið verkætlanini við einum síðuleypandi online átakið.

Eg fekk uppgávuna at standa fyri marknaðarføringini av online átakinum, ið fekk heiti #RúsfríttSummar.

Kampagnusíðan og myndalýsingar vórðu framleidd í tøttum samstarvi við Beak og lýsingarfilmarnir í tøttum samstarvi við Rógva Langgaard.

Avbjóðingin

Rúsevni eru ein vaksandi trupulleiki millum ungdómin í Føroyum, og fleiri kenna trýst at smakka sær á rúsdrekka. Eisini siga fleiri seg hava tað trupult við at hava tað stuttligt, um tey ikki eru rúsaði. Av teimum, sum velja at siga nei, uppliva fleiri, at tey mugu hava eina orsøk fyri og geva frágreiðing um, hví tey velja ikki at drekka.

Tvey grundleggjandi menniskjanslig fyribrigdi gera hetta lættari enn sagt.

  1. Bólkatrýstið helst er størri innanífrá enn uttanífrá – “Eg vil vera líka sum hini.” 
  2. Møguliga álvarsomu avleiðingarnar av rúsdrekka nýtslu frá ungum aldri tykjast ikki rína við, tí “tað hendir ikki við mær.” Hetta nevnist optimims bias.

Boðskapurin við átakinum var einfaldur og greiður – tað er ok at siga nei.

Loysnin

Avgerðin til fráhald frá rúsdrekka og rúsevnum kann vera stór. Tí valdu vit at bróta tað niður í ein lættari bita: Royn eitt #RúsfríttSummar! Fyri ungar tannáringar er summarið við festivalum, floksveitslum o.a. ofta tíðin, har tey smakka sær á fyrstu ferð ella fara longur, enn tey vanliga fara.

Málbólkurin var 13-25 ár. Men fokus var kanska serliga í yngra endanum av málbólkinum – tey, sum ikki hava smakka sær á fyrr, ella kanska hava roynt tað nakrar ferðir.

Social proof er eitt sálarfrøðiligt fyribrigdi, har fólk avspegla atburðurin hjá øðrum fyri at passa inn í mongdina. Við hesum og avbjóðingini við bólkatrýsti í huga valdu vit at fáa ung at vísa alment, at tey vóru við uppá eitt #RúsfríttSummar, so onnur kundu síggja, at tey ikki vóru einsamøll um avgerðina. Vit fingu eisini lyklapersónar at traðka fram og fortelja, hví tey høvdu valt eitt #RúsfríttSummar.

Átakið gekk fyri seg á sosialum miðlum – Facebook, Instagram, Snapchat og YouTube – og við nøkrum biograf-lýsingum. Filmslýsingar, myndalýsingar og remarketing lýsingar vóru gjørdar til at leiða fólk ígjøgnum hesa trakt:

  1. kunna um átakið (vitja livlivid.fo)
  2. vel commitment til #RúsfríttSummar (inni á livlivid.fo – ein myndaveggur á síðuni vísti, hvussu nógv onnur høvdu tikið við avbjóðingini)
  3. vís commitment (deil og broyt vangamynd á Facebook)
  4. fylg Liv Lívið á sosialu miðlunum fyri at halda samband (serligt fokus á Snapchat)

Sum eitt eyka insitament vóru tey, ið valdu #RúsfríttSummar við í lutakastinum um feitar rúsfríar upplivingar, ið ymsar fyritøkur stuðlaðu við. Cliff jumping, tyrlutúr, kavaratúr, ríðitúr, kanorógving, siglitúr undir Vestmannabjørgini o.s.fr.

Úrslit

Tilsamans valdu 443 ung eitt rúsfrítt summar og 148 broyttu sína vangamynd á Facebook. Í eini eftirmeting søgdu 20% av teimum, ið svaraðu, at tað at velja eitt rúsfrítt summar var ein øðrvísið avgerð fyri tey.

#RúsfríttSummar gjørdist eitt vælkent átak millum ung við góðari eksponering online. Rakk út til mestsum øll í málbólkinum á sosialum miðlum. Filmsbrotini vórðu sædd 35.000 ferðir á Facebook. Alt frá 3.000 til 29.000 sóu uppsløg á Facebook, uttan at neyðugt var at rinda. Snapchat kontan fekk 300 fylgjarar, sum er rímiliga gott, tí málrættað varð eftir teimum, sum høvdu valt eitt rúsfrítt summar.

Heimasíðan, ið var hubburin fyri átakið, hevði 6.100 vitjanir í tíðarskeiðinum frá juni-august, meðan átakið koyrdi. Heili 79% av vitjanum vóru frá mobil-eindum.

Vinningar – feitar rúsfríar upplivingar

SaveSave

SaveSave

Viðmerkingar