Landsfelag Pensjónista

Sjónvarpslýsing í samband við umfatandi kanning

Avbjóðingin

Landsfelag Pensjónista setti eina spurnarkanning í verk, har heilsustøðan og gerandisdagur hjá fólki eldri enn 75 ár, vóru í fokus. Korona farsóttin broytti heimin lutfalsliga skjótt, og hetta hevði eisini við sær stórar broytingar fyri tey eldru í samfelagnum. Kanningin hjá Landsfelag Pensjónista fekk fíggjarligan stuðul frá Sjúkrakassagrunninum, og ítøkiliga heitið fyri verkætlanina var “Heilsustøðan hjá teimum eldru 75+ í Føroyum“.  Avbjóðingin, ið vit fingu at loysa var, hvussu Landsfelag Pensjónista kundi fáa so nógv eldri fólk sum møguligt at svara spurnarkanningini, ið einans var tøk umvegis telefon ella teldu.

Loysnin

Loysnin var ein kunningarfilmur, sum í løtuni koyrir á “Gevið Gætur”  í Kringvarpi Føroya. Lýsingin er 1 minut long, og inniheldur alla kunning og vegleiðing ið er neyðug til tess at tey eldru kunnu svara spurnarkanningini. Team Brúsá stóð fyri samskipanini, tekstviðgerð og ljóð, og Meitilberg Arts stóð fyri sjálvari filmsframleiðsluni. Beate Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, legði rødd til sjónvarpslýsingina.

Vilt tú hava hjálp við einari lýsing, ella kanska við einum lýsingarátakið? So kanst tú seta teg í samband við okkum á info@jakup.fo ella við at ringa á tlf. 720 720.

Viðmerkingar