Stokkar.fo

Nýggjan nethandil

Avbjóðingin: Húsfríðkan í Sandavági er ein lokalur handil, ið selur alt frá tógvi til máling. Tey ynsktu at flyta seg út á netið serliga við teirra úrvali av tógvi, stokkum, uppskriftum og tilhoyri.

Loysnin: Í tøttum samstarvi løgdu vit eina ætlan saman, og 21. oktober 2019 lat Stokkar.fo upp á netinum.

Nethandilin er bygdur í Shopify skipanini, ið er sera einføld at arbeiða við, og samstundis full av møguleikum. Á Stokkar.fo kanst tú keypa tógv, uppskriftir og tilhoyr – alt til bindikonuna (ella mannin). Talan er um bæði fysiska vøru (tógv, bløð og útgerð) og talgilda vøru (uppskriftir í pdf-formi), ið kunnu takast niður á telduna.

Tógv fæst í ymsum sløgum, og hvørt slag fæst í alskyns litum. So vit gjørdu eina einfalda loysn til, har kundar fáa skjótt yvirlit yvir allar litirnar, ið eru tøkir av einum slagi.

Harafturat var eitt serligt krav, at summar uppskriftir einans kundu keypast við tógvi frá sama veitara. Hetta bygdu vit inn í skipanina so einfalt sum gjørligt fyri kundan, og samstundis gjørdu vit eisini so at kundar kunnu keypa tógv og uppskrift á somu síðu.

Eisini kassaskipan til handilin

Tá nethandilin var gjørdur var eisini upplagt at fáa eina fullfíggjaða l0ysn við somu skipan. Við Shopify POS (Point-Of-Sale) fekk handilin hjá Húsfríðkan í Sandavági eisini eina kassaskipan, so alt hongur saman – goymslustýring, hagtøl o.s.fr. Til hetta veittu vit skipan, uppseting, upplæring, og í samstarvi við Teldutænastuna útgerð til kassan.

Vilt tú hava hjálp við tínum nethandli, ella kanska vilt tú fáa ein nýggjan nethandil framleiddan? So kanst tú seta teg í samband við info@jakup.fo ella ring til okkum (finn tlf her)

> Vitja nethandilin her

Viðmerkingar