
Navnið broytt – men persónurin tann sami
Eg havi broytt eftirnavn frá Jákup Justinussen til Jákup Brúsá – og tí brúki eg framyvir navnið Jákup Brúsá. Og fyri at broyta navnið á míni Facebook síðu, krevur Facebook eina kunngerð á heimasíðuni um hetta, og hon er soljóðandi.
I am now changing the name of my Facebook Page, from Jákup Justinussen to Jákup Brúsá. This change is related to the re-branding of my business Page to represent my business identity, in compliance with Facebook policies and Pages terms.
Meira brúsandi við árunum
Tankin hevur bryggjað leingi, og umsíðir varð avgerðin tikin. Hon var ikki løtt, serliga í mun til, at eg nú í 6 ár havi brandað meg við navninum Jákup Justinussen innan mítt yrki. Uttan iva verða mong, sum í eina tíð framyvir hugsa “Jákup hvør?”, tá eg presenteri meg sum Jákup Brúsá. Men navnið spillir ongan. Tvørturímóti, so hevur tað eina góða søgu.
Tann 17. november 2020 kl. 20:30 – hálvan fjórða tíma áðrenn mín føðingardag – fingu Lív og eg eina lítla dóttir. Nú var løtan komin til at skifta til nýggja eftirnavnið, hugsaðu vit.
Brúsá er áin, sum rennur mitt ígjøgnum Leirvík, beint við har eg eri uppvaksin. Har havi eg fylt mínar gummistivlar sum barn, demma hyljar, vassa og plaska. Og Lív er simpelten ein vatnhundur og elskar at plaska í vatni, tá hon fær møguleikan. So tað er okkara uppruni og persónligheit.
Vit kunnu eisini siga, at vit vilja vera ein brúsandi familja, ið tutlar og sprutlar, skvatlar og prutlar. Áin er full av rørslu og orku, tá hon dunar, men gevur eisini frið í sálina við sínum róliga tutli. Ella um vit taka tann bíbliska vinkulin í orðunum hjá Jesusi í Jóh. 7,38: “Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.»
Eg fekk loyvi til at sitera vakra sangin, sum Árni Jacobsen skrivaði um Brúsá í Leirvík á sumri 2020. Lagið er Gomul minnir, so tú kanst murran hann innantanna, meðan tú lesur:
Áin í bygdini dragandi er,
– perla so yndislig vøkur –
av Brekkum mót Áarstøð tutlandi ferð,
Brúsá, ein brúsandi løkur.
Har børnini vaða, tey eru so kát,
gera sær hyljar og spæla við bát.
Langt út á kvøldið, tey hugna sær væl,
til sólin á Djúpunum setur.
Á sumri í lýðveðri áin er von,
í regni um bakkar kann fara.
Brúsá, alt árið, so eiggilig hon,
í lendinum snøgg man sær snara.
Er kuldi og kavi, í ánni er gler,
traðka á ísin, men varin tú ver.
Brúsá, hon rennur sum streymur í á,
kann bæði tutla og duna.
Hóvliga spáka tær Brúsá framvið,
sílini snarin sær smoykja.
Gev tú tær stundir við ánna í frið,
burtur frá øllum teg droymi.
Tú eyga á sóljur og summardá fær,
áarsuð hoyrir, njót løtuna væl.
Brúsáin rennur av fjalli í snjó,
Brúsá, tú fagrast av øllum!