Kunningarbretti

Tølini lúgva aldrin. Við einum góðum og løttum yvirliti yvir lyklatøl í tykkara marknaðarførslu er lættari hjá tykkum at eftirmeta og taka góðar avgerðir.

Les meira

Fá betur innlit í tykkara úrslit

Nógv ganga í myrkrið, tá tað kemur til lýsingar og marknaðarførslu – ella í besta føri gita, hvat riggaði og hvat ikki riggaði. John Wanamaker er kendur fyri at siga: “Helvtin av pengunum, ið eg brúki uppá lýsingar, eru spiltir; trupulleikin er, at eg veit ikki hvør helvt.”

Við talgildari marknaðarførslu hava vit betri amboð, fyri at vita júst hvør lýsing ella hvat tíðindabræv varð lisið mest, hvussu vitjandi uppførdu seg á heimasíðuni og hvørjar Facebook lýsingar førdu til mest sølu.

Beinleiðis hagtøl

Vit bjóða eitt einfalt og skræddaraseymað kunningarbretti (dashboard), har tú kanst síggja øll lyklatølini fyri tykkara online sølu og marknaðarførslu á einum stað. Tað kann vera søla á netinum, vitjanir á heimasíðuni, aktivitetur á sosialum miðlum, hvar vitjandi á heimasíðuni koma frá o.s.fr.

Við okkara skipan fært tú tøl frá Google Anaytics, Google Ads, Facebook, Instagram, YouTube, Mailchimp, LinkedIn o.s.fr. á einum stað, so tær ikki nýtist at leita í fleiri støðum fyri at fáa innlit í hvat riggar, og hvat ikki riggar. Hetta kunnu tit síðan vísa á einum sjónvarpsskíggja á skrivstovuni ella umvegis eina leinkju á telduni.

 

Eg kann hjálpa tykkum við

Google Analytics

Síggj beinleiðis tøl um, hvussu nógv eru inni á síðuni, hvar tey koma frá, hvussu nógva tíð tey brúka, hvussu góð sølan á nethandlinum er o.s.fr.

Google Ads

Fá skjótt yvirlit yvir tínar kampagnur á Google Ads – hvørjar kampagnur rigga best, hvussu nógv tú hevur brúkt, hvussu nógv hava sæð lýsingarnar og hvussu nógv tær hava selt fyri.

Instagram

Fylg við hvussu títt fylgjaratal broytist yvir longri tíð á Instagram, hvørji uppsløg eru best umtókt, hvussu nógv fólk tú nært út til o.s.fr.

YouTube

Síggj hvørji av tínum filmsbrotum eru best umtókt, hvussu nógv hyggja, hvussu leingi tey hyggja, hvussu nógvar fylgjarar tú hevur o.s.fr.

Facebook

Fá yvirlit yvir tína Facebook síðu og lýsingarnar, tú hevur koyrandi. Hvussu nógv fylgja tíni síðu, hvussu nógvar interaktiónir fáa tíni uppsløg, hvussu væl koyra tínar lýsingar, hvussu nógv hevur tú brúkt o.s.fr.

LinkedIn

Er LinkedIn ein týðandi platformur í tíni marknaðarførslu? Fylg við hvussu nógvar fylgjarar tú hevur, hvussu nógv reagera uppá tað, tú leggur út, og hvussu tínar lýsingar á LinkedIn rigga.

Twitter

Fá yvirlit yvir tínar fylgjarar á Twitter, hvat riggar væl ella bara eitt yvirlit yvir seinastu Tweets.

MailChimp

Tú kanst eisini fáa tøl frá Mailchimp og øðrum email-marketing platformum á títt kunningarbretti. Síggj hvussu nógv lósu seinasta tíðindabrævið, tú sendi út, og hvussu nógv trýstu á leinkjuna í tíðindabrævinum.

Spyr bara

Kundi tú hugsa tær at roynt eitt dashboard fyri at fáa betri yvirlit yvir tykkara online marknaðarførslu? Send ein fyrispurning, so taka vit eitt prát.

"Vit eru sera fegin um samstarvið við Jákup. Hann hevur í tøttum samstarvið við okkum staðið fyri at gera Smyril Line sjónligari á Google við fokus á evropeiska marknaðin. Jákup er lættur at samstarva við, setur seg væl inn í uppgávurnar, samstundis sum hann hevur drúgvar royndir og útbúgving á økinum."

Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari Smyril Line

"Eftir at hava verið á skeið hjá Jákup valdi eg at biða hann gera ymiskar uppgávur fyri Gist & Vist. Hann hevur eitt nú sett eitt Dashboard upp til okkum, soleiðis at vit kunnu fylgja við gongdini á okkara sølustøðum. Hetta er ein sera stór hjálp og gevur gott yvirblikk. Jákup fær mítt besta viðmæli, av tí at hann er greiður, skjótur og tænastuvinaligur."

Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari Gist & Vist

"Jákup gav okkum yvirlit yvir allar okkara síður á Facebook og vísti okkum, hvussu vit skjótt og ómakaleyst kundu fáa ein reyðan tráð. Nú er tað lætt at umsita sosialumiðlarnar, og vit hava fingið innlit í spennandi funkur, ið vit ikki hildu vóru gjørligar."

Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari Poul Hansen (Á handlar)