Search marketing

Hvussu kann tín fyritøka liggja ovast á Google, Bing og øðrum leitimaskinum? Fá heimasíðuna longur upp eftir listanum, so leitandi kundar finna teg fyrst.

Les meira

Hví search marketing?

Ein hópur av fólki leitar á netinum eftir tí, sum tú selur. Search marketing gongur út uppá at verða funnin av teimum – at liggja so ovarlaga á t.d. Google sum gjørligt. Hetta ger tað meira sannlíkt, at kundin trýstir á tína heimasíðu og kanska enntá keypir tað, tú bjóðar.

Leitandi kundar eru munandi virðismiklari enn kundar, sum tú brýtur av við eini lýsing. Leitandi kundar leita við einum endamálið – at keypa ella læra meira. Sindur sum tá ein persónur, sum gongur í handlinum og passar klæðir. Tá er náttúrligt at fara til viðkomandi og spyrja: “Hvat kann eg hjálpa tær við?”

Leitimaskinur

Nógv tann mest brúkta leitimasking er Google, meðan Bing og Yahoo eisini kunnu vera áhugaverdar. Í Search Marketing kunnu vit tosa um Search Engine Optimisation (SEO), ið gongur út uppá at spíðska heimasíðuna til, so hon náttúrliga liggur longri uppi í leitiúrslitunum (uttan lýsingarkostnað). Hetta tekur longri tíð, men loysir seg væl í longdini.

Hinvegin ber eisini til at rinda fyri at fáa ovasta pláss beinanvegin. Hetta gert tú við platformum sum Google Ads og Bing Ads.

Google Partner

Sum Google Partner eru vit certificerað frá Google at arbeiða við og undirvísa í teirra lýsingarplatformi Google Ads.

Eg kann hjálpa tykkum við

Search Engine Optimisation (SEO)

Leitimaskinuoptimering gongur út uppá at fáa tína heimasíðu at liggja hægri á listanum, tá fólk leita. Hetta er ein longri tilgongd, tí fleiri viðurskifti ávirka hvussu høgt tín síða liggur. Men tá tú ert komin upp eftir listanum, so kostar tað einki at liggja har.

Leitilýsingar

Ein skjótari máti at koma ovast á listanum er við leitilýsingum. Tú rindar so og so nógv fyri hvørt klikk – og um eingin trýstir á tína lýsing, rindar tú einki (men tað hendir aldrin). Vit kunnu hjálpa at skriva lýsingartekstir ella seta upp tykkara lýsingarkampagnur.

YouTube lýsingar

YouTube lýsingar fara eitt sindur út um search marketing, men tær koyra eisini á Google Adwords lýsingarplatforminum. Vit kunnu hjálpa at gera YouTube lýsingar, sum koma fram, meðan ein hyggur, ella sum eru málrættaðar eftir fólki, sum leita á YouTube.

Display lýsingar

Display lýsingar eru animeraðar og statiskar myndalýsingar, ið kunnu síggjast um alt netið. Tú kennir kanska til at síggja føroyskar lýsingar á BT.dk, Livescore.com ella Marinetraffic.com. Hesar kunnu málrættast eftir fólki, sum t.d. leita eftir eini feriu ella bili.

Keyword research

Finn fram til tey lyklaorðini, sum fólk skriva í leitirútin, og sum mest sannlíkt leiða til eina konvertering á tíni heimasíðu. Vit kunnu hjálpa tær at finna røttu lyklaorðini og hvussu nógva ferðslu, tey kunnu leiða inn á síðuna.

Spyr bara

Ynskir tú hjálp við at verða funnin á netinum? Send ein fyrispurning, so taka vit eitt prát.

"Vit eru sera fegin um samstarvið við Jákup. Hann hevur í tøttum samstarvið við okkum staðið fyri at gera Smyril Line sjónligari á Google við fokus á evropeiska marknaðin. Jákup er lættur at samstarva við, setur seg væl inn í uppgávurnar, samstundis sum hann hevur drúgvar royndir og útbúgving á økinum."

Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari Smyril Line