Shopify nethandil

Tørvar tær hjálp við at koma í gongd við sølu á netinum? Vit byggja tín nethandil við tiltiknu skipanini Shopify, og hjálpa tær við marknaðarførsluni, so íløgan er skjótt afturvunnin.

Les meira

Einføld nethandilsskipan full av hentleikum

Vit byggja nethandlar við Shopify – ein av heimsins mest útbreiddu skipanum til sølu á netinum. Við Shopify kemur tú skjótt í gongd, men ikki nokk við tí. Vit kunnu eisini hjálpa tær at marknaðarføra tín handil á netinum, so tú fært kundar inn í handilin og pengar í kassan.

Tín nethandil á Facebook

Eisini ber til at knýta tín nethandil til tína Facebook síðu. Hetta merkir, at tú lættliga kanst frámerkja (tagga) vørur í uppsløgum, tú deilir á Facebook. Harafturat letur hetta upp fyri ymsum lýsingar-møguleikum á Facebook og Instagram. T.d. kanst tú vísa einum kunda, ið hugdi eftir eini barnabók lýsingar fyri aðrar barnabøkur (vørur úr sama vørubólki). Ella um eg havi keypt svimjibuksir, kanst tú vísa mær lýsingar við svimjibrillum (vørur úr relateraðum vørubólki).

Vit marknaðarføra tín nethandil

Eitt er at gera ein nethandil – annað er at fáa fólk inn at keypa. Tí hava vit eisini sniðka saman ein marknaðarførslu-pakka, har vit taka okkum lýsingum og at fáa fólk inn í nethandilin í 6 mánaðir eftir tit hava latið upp. Hví 6 mánaðir? Summir nethandlar fáa luft undir veingirnar skjótt, men okkara royndir vísa eisini, at tað ofta tekur tíð at skapa eitt brand á netinum.

Nethandil integreraður við kassaskipan

Við Shopify kanst tú fáa ein nethandil og eina kassaskipan til handilin, sum altíð hanga saman. Tað vil siga, at goymslan altíð stemmar og tú fært eitt yvirlit við hagtølum um tína sølu og hvørjar vørur selja best – bæði online og offline. Harafturat kanst tú við Shopify POS appini á fartelefonini taka kassan við tær, seta upp ein pop-up handil og selja hvar sum helst.

SaveSave

Sel tímar, tænastur ella atgongumerki

Shopify hevur eitt stórt úrval av appum, ið geva tær møguleika til nærum hvat sum helst. Um tú hevur eina hárfríðkanarstovu, skipar fyri tiltøkum ella selur ráðgevingartímar, kunnu vit eisini hjálpa tær at fáa ein nethandil, har tínir kundar kunnu bíleggja tíð ella keypa atgongumerki.

Íbinding til tína bókhaldsskipan

Ynskir tú eina fult integreraða skipan, ber eisini til at knýta tín nethandil til tína bókhaldsskipan. Við hesum hongur alt saman. Títt bókhald og tín goymsla stemmar yvir ein kamb, bæði á nethandlinum, kassaskipanini og bókhaldsskipanini. Vit hava tætt samstarv við e-conomic veitara, men Shopify kann eisini integrerast við aðrar skipanir so sum Dinero og Microsoft Dynamic NAV.

Shopify Partner

Vit hava arbeitt nógv við Shopify og hava samstarvsfelagaðar, ið kunnu veita sermentar loysnir til tín nethandil. Harafturat hava vit sum certificeraður Shopify Partner skjóta atgongd til stóra support-apparatið hjá Shopify. So við okkum er tín nethandil er tín nethandil í tryggum hondum.

Møguleikar

Meira enn 1 mió. nethandlar í 175 londum

–––

Møguleiki at selja online og offline

–––

Brúka tykkara egna økisnavn

–––

Sel gávukort og ger kupon-kotur

–––

Tak ímóti gjaldskortum beinleiðis á Shopify

–––

Brúka Shopify POS sum kassaskipan í handlinum

–––

Tak ímóti gjaldinum við fartelefonini við Shopify Mobile

–––

Fá 24/7 support frá Shopify

–––

Góð hagtøl uppá tykkara sølu

–––

Innbygd SEO amboð

–––

Kom í gongd

Kundi tú hugsa tær at komið í gongd við at selja á netinum? Tað kann vera at gera ein spildurnýggjan nethandil ella dagføra ein gamlan nethandil. Ella um tú ynskir at royna at seta tín egna Shopify nethandil upp, kanst tú royna at spæla við skipanina ókeypis í 90 dagar.

"Vit eru sera væl nøgd við nethandilin. Alt er gjøgnumhugsað, og vit hava fingið góða upplæring í, hvussu vit brúka Shopyfy."

Jastrið Toftegaard Vørðslan

"Vit eru stak væl nøgd við okkara nethandil. Tað er sera einfalt at leggja nýggjar vørur út, og eisini er skipanin soleiðis sett upp at tað er sera lætt og skjótt at avgreiða ordranar, og kundin fær automatiskt boð tá ið hetta er gjørt. Ein skipan ið er løtt at brúka og koyrir væl uttan nakrar trupulleikar."

Suffía Nón FJORD

"Líka frá innleiðandi hugskotinum til endaligu heimasíðuna, hava vit verið sera væl nøgd við tænastuna og samstarvið.
Vit vilja tí geva JJ bestu viðmæli."

Sóley Madsen Stokkar.fo