So gjørdi Facebook sítt egna Clubhouse 🙄📻

Brúsá  |  20. apríl 2021

Social radio er tað nýggjasta og er helst komið fyri at vera. Clubhouse breyt ísin í fjør og er vaksið skjótt – men er enn bara til iPhone brúkarar og krevur eina innbjóðing fyri at sleppa inn í hitan. (Andriod útgávan kemur helst í mai.)

Hetta er neyvan bert ein døgn-fluga, tí Facebook kunngjørdi í gjár sítt egna social audio amboð – Live Audio Rooms. Hetta minnir ikki sørt um, tá Instagram á sinni kopieraði Snapchat og gjørdi Stories. Og nú hava mestsum allir sosialir pallar sína útgávu av Stories (= tíðaravmarkað innihald, sum verður strikað aftaná 24 tímar). Snapchat steðgaði við at vaksa og hongur enn á sløkum 300m brúkarum, meðan Instagram er farið upp um 1,2 mia. brúkarar.

Anyways, Facebook er ikki tann einasti… Twitter ger eisini sítt egna Social Radio alternativ, ið nevnist Twitter Spaces. LinkedIn arbeiðir vist nokk eisini við nøkrum líknandi. So spurningurin er, um Clubhouse er lív lagað leingi afturat. Har kanst tú nemliga bert lurta beinleiðis, so ómakaleysi on-demand parturin er ikki við í brúkara-sniðinum. Tankin er helst, at eg  vera har fyri at hoyra tann, sum tosar.

Hvat er Social Radio?

Social radio er ein samanrenning av radio, poddvarpi og sosialum miðlum. Ein demokratisering av radio, har øll nú kunnu hava sína egnu radio-kanal. Hugskotið er ikki slóðbrótandi sum so, tí tá YouTube kom á vøllin, kundu øll sína egnu sjónvarpsrás. Men tað er miðilin, sum er áhugaverdur: Radio. Ljóð. Beinleiðis (poddvarp er vanliga upptikið frammanundan).

Sosiali parturin er, at fólk kunnu sita ímillum áhoyrararnar og lurta, men síðan “rætta hondina upp” 👋 fyri at spyrja ein spurning ella gera eina viðmerking. Verturin kann síðan tendra mikrofonina hjá viðkomandi og geva teimum orðið. Ella fleiri kunnu luttaka í einum ljóð-paneli og kjakast.

Leygardagin sat eg til eina slíka “sending” og lurtaði eftir Michael Stelzner, Mari Smith og Jay Baer tosa um rák innan social media marketing. Tey trý tosaðu, meðan vit vóru eini 200 inni í “rúminum” og lurtaðu (eingir óbehagiligir stólar, tí eg lá væl til rættis í songini og lurtaði). Til endans var høvi at seta spurningar. Eg kundi trýsta á eina upprætta hond niðast til høgru á skíggjanum, og so fekk eg høvi at seta ein spurning, meðan øll hoyrdu. Føroyingum líkt, so gjørdi eg tað ikki. Tagdi bara. Men amerikanararnir himpraðust ikki við at sleppa til mikrofonina. Faktiskt eisini ein kvinna úr Norra.

Hví er ljóð blivið áhugavert (aftur)? Vit finna helst part av frágreiðingini, tá vit hyggja eftir hvussu væl umtókt poddvarp er blivið seinastu árini. Ljóð er meira ómakaleyst. Eitt er tá vit bara lurta – eg kann jú liggja í songini, vaska upp, renna ein túr ella koyra bil, meðan eg lurti. Mær nýtist ikki at hyggja eftir skíggjanum. Hitt er, tá vit sjálvi luttaka – vit eru ikki líka kritisk um okkara rødd, sum vit eru um okkara útsjónd. Um eg bara kann tosa, so er líka mikið, hvussu eg síggi út.

Hevur tú roynt Clubhouse? Hvat heldur tú um social radio?

Viðmerkingar