August: Hvat rørir seg innan sosialar miðlar hendan mánaðin?

Jákup Brúsá  |  31. august 2021

Hvat rørir seg innan sosialar miðlar? Hvussu mennast stóru pallarnir? Hvussu sær rákið út? – Her er ein stutt lýsing av nøkrum av stóru hendingunum innan sosiala miðla heimin hendan mánaðin.

🎥 Facebook tosar nú aftur um, at video er tað stóra

Fyri fleiri árum síðan byrjaði kórið at syngja, at video er tað stóra hittið á sosialum miðlum. Men avdúkingar av, at performance tøl fyri video vóru avskeplaði av Facebook, elvdu til stóra skepsis rundan um hetta rákið – somikið at tú kanst lesa eina Wikipedia grein um Pivot to Video rákið, har miðla útgevarar søgdu fólk úr starvi fyri at fokusera meira á video.

Men hóast snýtt varð við tølunum, er helst nakað um hetta rákið við video. Og tað sæst á øllum sosialu miðlunum – TikTok, Instagram, Facebook, YouTube – sum flyta seg meira yvir til video. TikTok er ein video-pallur burturav. YouTube tað sama, men hevur roynt at kopiera shortform video (stutt videobrot) við YouTube Shorts. Tað sama ger Instagram við Reels, sum skjótt kemur á Facebook eisini. Facebook Watch er ein roynd at taka hyggjaratíð frá YouTube.

Stjórin á Instagram, Adam Mosseiri, kunngjørdi eisini síðst í juni, at Instagram er ikki longur ein mynda-pallur, men vil fokusera meira á video.

🔉 Clubhouse veksur framvegis

Clubhouse er ein social audio pallur, sum fekk gjøgnumbrot fyrr í ár, men sá út til at missa momentum, tá hinir tøkni-risarnir byrjaðu at kopiera teirra hugskot. Men vøksturin er ikki steðgaður – í mai vóru 300.000 “virtuell rúm” um dagin at velja ímillum, meðan í juli var hetta vaksið uppá 600.000 rúm um dagin. Í januar fekk pallurin 2 mió. nýggjar brúkarar, meðan nú hevur Clubhouse fingið 10 mió. brúkarar síðan hálvan mai.

Vøkstur er serliga komin í aftur, síðan Clubhouse kom út við Android útgávu av appini (áðrenn var hon bara tøk á iOS).

📱 TikTok testar sína egnu útgávu av Stories

“Kopiera tað, sum onkur annar ger, og ger tað betur.” Hetta tykist vera slagorðið í sosiala miðla heiminum seinastu nógvu árini. Nú roynir TikTok sína egnu útgávu av stuttlívaðum innihaldi, ið forsvinnur eftir 24 tímar.

📹 LinkedIn keypir how-to video app Jumprope

Hetta vísur á vaksandi fokus á video, eisini hjá LinkedIn, umframt teirra fokus á LinkedIn Learning til professionella førleikamenning. Áleið 2 mió. brúkarar vóru á Jumprope um mánaðin. Nú hevur felagið fingið eitt munandi størri netverk við 750 mió. brúkarum á LinkedIn umframt 55 mió. skrásettum fyritøkum.

Talan er um eitt video creator amboð, har ein kann gera how-to filmsbrot um alskyns evnir.

🌎 Facebook vil gerast eitt ‘metaverse company’

Hetta er stórt og torført at greiða frá í stuttum, so um tú vilt fordjúpa teg, kanst tú lesa meira um the Metaverse í hesi greinini hjá Digiday. Hetta er ikki ein nýggjur tanki, men tað er stórt nú tá Mark Zuckerberg í samrøðu við The Verge 22. juli kunngjørdi, at innan næstu 5 árini fer Facebook at vera ein metaverse fyritøka. Sprotin hevur einki føroyskt orð fyri hetta sama – men talan er um tað, sum fleiri nevna næstu menningina av internetinum. Eitt virtuelt univers (ein tykisheimur) við alskyns møguleikum frá veruliga lívinum.

Spøl sum Roblox, Fortnite og Minecraft ganga undan í hesi menningini. Sum dømi kann nevnast tá Travis Scott hevði konsert inni á Fortnite í fjør, har fleiri enn 12 mió. áhoyrarar vóru inni og lurtaðu og hugdu.

Her eru ongar fysiskar avmarkingar. Facebook hevur leingi satsa uppá virtual og augmented reality við Oculus VR brillunum. Í hesum mánaðinum kunngjørdu tey Horizon Workrooms, ið er eitt virtuelt arbeiðsumhvørvi til fjararbeiði (remote work), sum er vaksið nógv í koronu-tíðini. Facebook Pay er eitt annað dømi um, at Facebook víðkar sínar tænastur og flytir seg inn á handilspallin við at ein og hvør kann hava ein handil og taka ímóti pengum beinleiðis á Facebook og Instagram. Koma vit møguliga at síggja eina virtuella handilsmiðstøð á netinum í nærmastu framtíð?

📧 Tíðindabrøv vaksandi

Hetta er stutt og greitt. Tíðindabrøv eru vorðin ein attraktiv vøra. Alsamt fleiri fríyrkis fjølmiðlafólk útgeva sítt egna tíðindabræv, har tú rindar fyri at fáa tað. Eitt dømi er The Platformer hjá Casey Newton, sum mær dámar væl at fáa í teldupostkassan hvønn dag. Tú kanst lesa tað einaferð um vikuna ókeypis, ella tú fært tað hvønn gerandisdag fyri eitt lítið gjald. Digital Ugerevy frá Lars Kjeld er eitt annað áhugavert tíðindabræv at fáa einaferð um vikuna.

Størri fjølmiðlar so sum New York Times og The Economist satsa eisini meira uppá tíðindabrøv.

🕵️‍♀️ Facebook byggir lýsingarpallin upp av nýggjum – við meira privacy

Í samrøðu við The Verge 11. august greiðir Graham Mudd, top ad executive á Facebook, frá hesum ætlanum.

Facebook’s massive business was built on its ability to track users across the internet. But now, thanks to looming regulation and other moves to restrict such data collection, that is changing. Hundreds of engineers are rebuilding how Facebook’s ads work to place more value on user privacy, according to Graham Mudd, a top ad executive at the company.

Nú verja av persónsupplýsingum endiliga er komið meira fram í lóggávu, verða tøknirisar sum Facebook og Google tvungnir til at tillaga sínar arbeiðshættir. Hetta eru jú dátu-fyritøkur, ið liva av at samla dátur um okkum og geva lýsarum atgongd til okkara eygu. Við hesum kannar Facebook hvussu tey kunnu vísa viðkomandi (personalized) lýsingar uttan at vita nakað um tann, sum sær lýsingina.

Apple setti stórt trýst á Facebook við iOS 14 dagføringini, har brúkarar skuldu aktivt velja at loyva behavioural targeting frá appum á telefonini. Til mítt stóra yvirraskilsi hava 45% sagt ja sambært Apple – men hetta skapar framvegis eitt stórt hol í dátunum, sum Facebook samlar um brúkarar. Tí verða tey noydd at tillaga seg – tíbetur fyri okkum sum endabrúkarar.

🛍 TikTok víðkar samstarv við Shopify – ger handilsbjálka á TikTok

Nethandilsrisin Shopify hevur longu góðar møguleikar fyri at integrera nethandlar við Facebook og Instagram. Nú ger TikTok samstarv við Shopify, har øll sum selja kunnu gera ein handilsbjálka á sínum TikTok vanga og frámerkja vørur í filmsbrotum, ið verða løgd út.

Hetta víðkar nógv um business-potentiali á TikTok, ið er vaksið eksplosivt seinasta árið. Live Shopping hevur eisini tikið seg nógv fram, har handlar kunnu vísa fram vørur á t.d. Facebook, brúkarar sleppa beint inn at keypa vøruna, meðan tey hyggja.

Vørðslan, sum vit hava havt gott samstarv við, roynir seg við hesum spennandi møguleikanum við eini uppboðssølu og framsýning á Facebook mikudagin 1. septembur. Brúkarar kunnu viðmerkja vørunummar og stødd, sum tey ynskja at keypa. So fáa tey eini sjálvvirkandi boð á Messenger við leinkju til at rinda fyri vøruna og fáa hana sendandi.

🤔 Facebook rapport um væl umtókt innihald møtt við skepsis

Facebook kom herfyri út við rapport um væl umtókt innihald, nevnd Widely Viewed Content Report. Rapportin vísir hvat fólk hava sæð mest av á Facebook annan ársfjórðing í 2021. Men rapportin er møtt við nógvum skepsis, tí hon tykist verða litað av eini roynd at skapa trúvirði og mála eina glansmynd av Facebook.

Tølini eru áhugaverd og ser – í top-20 uppsløgunum er innihaldið øgiliga banalt og trivielt við øllum frá viralum spurningum, undirhaldi og avbjóðingum. Men næstan alt er plagiat. Top 5 uppsløgini eru kopierað frá onkrum øðrum, sum hevur funnið uppá tað frammanundan. Originalitetur hittar ikki.

Facebook tykist royna at vinna álit og skapa trúvirði eftir nógvan kritikk av fake news og polariserandi innihaldi. Rapportin vísir aftur, at høgra-vent innihald dominerar tíðindarenslið, men tað málar heldur eina mynd av einum palli, ið bara vísir okkum familju-myndir og giffar av kettlingum. Move along, nothing to see here.

“It’s like ExxonMobil releasing their own study on climate change” sigur fyrrverandi Facebook starvsfólk við Washington Post.


Hatta var tað fyri hesuferð. Hevur tú okkurt input, ert tú vælkomin at skriva eina viðmerking niðanfyri. ✍️😀

Viðmerkingar