Social Media Marketing World 2018 – hvat lærdi eg?

Í sólríka San Diego samlaðust umleið 5000 luttakarar til árligu Social Media Marketing World, ið er størsta og kendasta ráðstevna innan júst hetta øki. Luttakarar komu úr øllum heiminum at læra frá serfrøðingum um tað nýggjasta innan marknaðarføring á sosialum miðlum. Her eru nakrir góðbitar, sum havi tikið heimaftur við mær.

When marketers move in, the members move out

Eg siti serliga eftir við hesum sitatinum frá Mari Smith, ið er serfrøðingur innan Facebook marknaðarførslu. Hon hevur sagt tað fleiri ferðir áður og endurtók tað aftur hesuferð: Lýsingarfólk eru hopleys at oyðileggja upplivingina hjá brúkaranum við ov nógvum lorti. Hetta er eisini orsøkin til, at Facebook ger stórar broytingar við sítt tíðarrensl (News Feed) – minni tilfar frá brands, fyritøkum og miðlum, og meira ‘meiningsfullar interaktiónir millum menniskju’.

Tó skal undirstrikast, at heldur enn at síggja svart eiga vit at hyggja eftir møguleikunum – og tillaga okkum. Facebook er til fyri brúkaran, ikki lýsaran. Og um brúkarin ikki trívist á Facebook, so hevur lýsarin heldur einki at gera har. Tí er neyðugt hjá Facebook at gera tillagingar, so sosiali miðilin hevur lív laga í framtíðini.

Relationships first, Business second

Framtíðin í marknaðarførslu á sosialum miðlum liggur í at byggja betri sambond við trúfastar kundar. Relatability is the future of marketing, segði Brian Fanzo. We’re moving from discovery of content to connecting people, segði Michael Stelzner, stjóri á Social Media Examiner. Marketing isn’t about closing a sale. It’s about opening a relationship, ljóðaði tað eisini um at hugsa meira langsiktað um marknaðarførslu.

Fyri brands, fyritøkur og stovnar á sosialum miðlum snýr tað seg um at fáa sína persónligheit fram, tí fólk hava ikki álit á brandum, men á menniskjum. Fortel søguna um hvør hevur gjørt vøruna, tú selur. Mark Shaefer, sum hevur arbeitt í branchuni í meira enn 30 ár, endurgav ein kunda, ið keypti eitt ávíst slag av hondgjørdari sápu: “I don’t know if I like this brand, but I love the hands that make it.”

Heldur enn at selja tína vøru, eigur tú at fortelja tína søgu. General Electric er ein fyritøka, ið dugir væl at brúka storytelling á fleiri sosialum platformum. Tá tú samskiftir við fólk á tíni Facebook síðu er eisini týdningarmikið, at fólk fáa svar frá einum persóni og ikki bara einum logo (skriva navn undir aftursvarið).

Framtíðin á Facebook verður meira um smærri málbólkar. Ikki at røkka út til nógv fólk, men til røttu fólkini. Jamen Føroyar eru ein so lítlar – jú, men eisini í Føroyum eru ymsar nichur. Fyri onkran snýr tað teg sjálvandi um at raka breitt, men tað verður av minni týdningi at hava 10.000 likes frá tilvildarligum fólki – heldur at hava 1000 trúfastar fylgjarar, sum so kunnu verða brand ambassadørar fyri tína fyritøku.

Satsa serliga uppá tey, sum koma aftur at keypa. Ella sum víðagitni bloggarin og íverksetin Pat Flynn segði: Brúka heldur tíð uppá at røkja verandi málbólk enn allatíð at royna eftir nýggjum.

Facebook bólkar

Fleiri sosialir platformar vóru viðgjørdir á ráðstevnuni, men Facebook var heilt greitt tann dominerandi. Við meira enn 2 mia. brúkarum kring heimin er hetta framvegis nógv tann størsti og mest brúkti platformurin. Og framyvir koma vit at síggja menning og møguleikar innan Facebook bólkar.

Flest okkara kenna tað, men fáar fyritøkur og stovnar hava sæð virði í hesum, at knýta fólk saman í einum bólki, sum so er knýttur til Facebook síðuna hjá fyritøkuni. Í Føroyum kunnu vit sum dømi nevna Íverksetarahúsið í Klaksvík, sum hevur bólkin ‘Spyr Íverksetarahúsið’, har tey luttakandi hjálpa hvør øðrum við spurningum um íverksetan.

Møguleikin at stimbra (boosta) bólkar er ávegis, har fyritøkur kunnu lýsa við og eggja fólki at koma upp í ein bólk. Tað er blivið meira og meira vanligt, at fyritøkur skapa smærri communities, har ávísir málbólkar ella premium haldarar verða knýttir saman um síni felags áhugamál – og samskifti verður ikki einvegis, men fleirivegis millum brúkarar.

Facebook Live Video

Hetta verður stórt! Seinastu árini hevur video-innihald fylt alsamt meira á Facebook, og tað fær eisini nógv reaktiónir frá fólki. Men Live Video er vaksandi og fær heili 6 ferðir meira engagement enn vanligt video-tilfar.

Facebook er eisini stórliga í gongd við at fóta sær sum video-platformur í kapping við YouTube, Netflix, Hulu, Viaplay, Amazon Video o.s.fr. Í USA hava teir lancerað Facebook Watch, ið hevur eitt meira video-on-demand eyðkenni yvir sær enn traditionella tíðarrenslið. Facebook Live Producer er eisini ávegis sum eitt amboð til framleiðarar at senda meira hágóðsku innihald við fleiri myndatólum, overlay grafikki o.s.fr.

Harafturat verður vertikal-video (standandi heldur enn liggjandi mynd) hugt eftir mest við ljóði frá = sigur nakað um hvussu nógv fartelefonin fyllir í sosial miðla nýtslu hjá fólki. Í nærmastu framtíð koma vit eisini at síggja møguleikar hjá einstaklingum at vinna pening uppá at framleiða video-tilfar á Facebook – eins og fleiri longu gera á YouTube. T.v.s. at tá lýsingar verða vístar yvir tínum video, so kanst tú fáa part av lýsingarpengunum, meðan Facebook tekur restina.

Hvat kunnu vit brúka hetta til? Hetta er uttan iva ein stór avbjóðing fyri nógv. Totalt uttanfyri trygdargeiran (comfort zone). Men møguleikarnir eru nógvir, tí hetta verður ein góður máti at røkka út til fylgjarar á Facebook í framtíðini. Ironiskt at hugsa, at vit eru farin frá live sjónvarpi, har tú mátti bíða til kl. 21.00 mikukvøld fyri at hyggja eftir tíni yndirsseriu, til on-demand sjónvarp, har tú hyggur, tá tú vilt. Og nú fara vit aftur til live video, men í einum hyper-fragmenteraðum miðlalandslagið, har øll kunnu hava sína egnu video-kanal, og tilfarið sjálvandi er tøkt aftaná.

Summi eru farin at eksperimentera við episodiskum innihaldi, har tey framleiða live-video brot í fleiri pørtum. T.v.s. innihaldið er tilrættislagt frammanundan, og hvør partur leggur upp til, at tú skalt “fylgja við næstu ferð, tá vit…” Social Media Examiner er eitt dømi um hetta við ‘The Journey’, sum tey leggja út live við jøvnum millumbili á Facebook.

Conversation marketing og chat-bottar

Hetta var nógv frammi. 2017 var árið, har chat-bottar komu lúrandi inn á banan. Kiksað og ópersónligt, heldur onkur. Heilt vist í mótsøgn við áðurnevnda poeng um at fáa persónligheitina fram. Men hvat um tú kanst gera tað til eina øðrvísi uppliving at chatta við ein bot? Í 2018 verða chat-bottar normurin hjá nógvum stórum fyritøkum.

Ein av høvuðsrøðunum snúði seg um júst hetta evni, har Andrew Yaroshevsky frá Chatfuel, Mikael Yang frá ManyChat og Linda Lee frá Facebook Messenger umrøddu møguleikarnar innan chat-bottar. Mark Shaefer tók eisini hetta fram sum ein rák saman við menningini innan tilgjørdum vitleika (Artificial Intelligence). Mari Smith nam eisini við hetta, tá hon umrøddi framtíðina hjá Facebook Messenger.

Um tú ivast, so er ein chat-bottur ein sjálvvirkandi maskina, sum svarar kundum aftur, tá teir skriva. Heilt grundleggjandi kann tað vera, at tú fært eina heilsan (“Hey Jákup”) og so nakrar valmøguleikar. Her kanst tú so eisini velja at chatta við ein vanligan persón, um eingin av valmøguleikunum hóskar til tín. Men sum frá líður sum tilgjørdur vitleiki mennist fara chat-bottar uttan iva at kunna svara náttúrliga skrivaðum spurningum, júst sum tá tú spyrt Siri hvussu veðrið verður fríggjadagin (men neyvan á føroyskum).

Meira enn 200.000 chat-bottar

Í løtuni eru meira enn 200.000 chat-bottar virknir. Stórar fyritøkur so sum KLM, Ikea, Sephora og Mercedes brúka eisini chat-bottar. Givið er, at hetta er best egnað til fyritøkur, sum fáa nógvar fyrispurningar. Har kann hetta veruliga effektivisera teirra kundatænastu, so kundin fær skjótari svar og fyritøkan kann spara starvsfólkaútreiðslur. Í dag verða heilar fyritøkur bygdar, sum bert fáast við chat-bottar.

Men kann ein sjálvvirkandi telda koma ístaðin fyri ein veruligan persón? Nei, sjálvsagt ikki. Og tað er kiksa at royna at lata sum um. So hví ikki gera tað púra øðrvísi? It’s about how you make people feel, segði Mark Shaefer. Eingin tímir at chatta við eina Nike algoritmu. Men at chatta við ein Michael Jordan bot kundi verið áhugavert. National Geographic royndi nakað líknandi í apríl í fjør við einum Albert Einstein botti, ið eftirlíknaði hansara persónligheit. Ístaðin fyri at lata sum um eitt menniskja er í hinum endanum, ger tað týðuligt at tað er ein telda – ella hinvegin gev bottinum eina persónligheit.

Topbots.com

Eitt annað rák á hesum økinum er, at fyritøkur gera eina hybrid/blandaða uppliving – t.v.s. at eitt menniskja situr aftanfyri eina sjálvvirkna mannagongd. Ella nakrir standard valmøguleikar eru, men um tú skrivar ein opnan spurning, so er ein vanligur persónur skjótur at svara.

Instagram og influencer marketing

Til seinast má eg nevna Instagram. Instagram er tað nýggja Facebook, segði Mari Smith. Ódálkað av lýsarum (enn) og við engageraðum brúkarum. Og ikki bara til privat brúk, tí 71% av Instagram-brúkarum fylgja onkrum business brúkara og 1/3 av mest sæddu Stories eru frá business brúkarum.

Her eru fleiri vinnurekandi, sum duga at brúka storytelling heldur enn bara at selja vørur. Eg nevndi General Electric í áðni – og tað riggar nógv betur. Gev brúkaranum nakað, sum hann kann brúka. Um tú vilt hava ein kunda fyri lívið, byrja so við at broyta teirra gerandisdag. Undirhald og upplýs. Og ikki bara við myndum, men eisini í viðhangandi tekstinum.

Ein stórur partur av ráðstevnuni snúði seg um Influencer-marketing. T.v.s. at røkka út til kundar umvegis kendar persónligheitir so sum bloggarar ella Instagrammarar. Eg prátaði við fleiri, harímillum Richard Juan úr Filipsoyggjunum (@richardjuan), sum hevur ikki færri enn 350.000 fylgjarar á Instagram og mestsum livir av Instagram – og eg royndi sjálvandi at bjóða honum til Føroyar. 🙂 Men ein brúkari við 2000-20.000 fylgjarum kann eisini síggjast sum ein influencer.

Influencer marketing er ikki nýtt sum so, men tað verður brúkt meira og meira innan marknaðarføring á sosialum miðlum í og við at alsamt fleiri celebrities eru innan allar hugsandi nichur. Eitt gott ráð frá Branden Harvey (sum forrestin visti um Føroyar, tí hann hevði sæð tað á Instagram): Lat tað vera greiður samanhangur millum hvat títt brand bjóðar og hvat influencarin, tú vilt samstarva við, stendur fyri.

Aðrir navnframir Instagrammarar á SMMW18 vóru Zach King (@zachking – 21,5 mió. fylgjarar), Shaun MacBride (@shonduras), Jasmine Star (@jasminestar) og Tiana Madera (@tianapix).

Nåh, eg haldi at eg rundi av her. Skrivi meira um Instagram seinni.

Hvat heldur tú?

Hvat eru tínir tankar um omanfyrinevndu? Spennandi møguleikar? Ræðandi? Onnur ting, sum tú sært sum rák á sosialum miðlum fyri tíðina? Deil í viðmerkingunum niðanfyri.

SaveSaveSaveSave

Viðmerkingar