TALGILDA VAKSTRARHÚSIÐ

Betra um tínar førleikar til at marknaðarføra tína fyritøku á netinum

Um Talgilda Vakstrarhúsið

Talgilda vakstrarhúsið er eitt forum, har tú hvessir tínar førleikar innan talgilda marknaðarførslu, so tú verður betur ílatin til at marknaðarføra tína fyritøku ella felagsskap á netinum. Fokus er á at geva tær strategiska vitan og praktisk amboð, so tú kanst gera tína fyritøku sjónligari á netinum, styrkja títt brand og fáa fleiri kundar. Harafturat verður møguleiki at smekka høvdini saman, deila royndir og sparra við onnur, sum arbeiða innan marknaðarførslu.
Undirvísing er einaferð um mánaðin, har vit viðgera ymisk aktuel evnir við høvi at seta spurningar. Triðja hvønn mánað møtast vit fysiskt, meðan vit møtast á netinum hinar ferðirnar. 

Væl egnað til...

  • Marknaðarføroyingar sum arbeiða við marknaðarførslu av fyritøku, stovni ella felagsskapi
  • Íverksetar og vinnurekandi, sum vilja vaksa sína fyritøku
  • Stjórar, sum ynskja førleikamenning til sína marknaðardeild
  • Ein og hvønn, sum av álvara ynskir at menna sínar førleikar innan talgilda marknaðarførslu

Til tín, sum...

Vit seta fokus á...

Førleikamenning, sum passar til tín kalendara

Lær at arbeiða meira strategiskt við marknaðarførslu á netinum

Fá røttu amboðini til at gera tína fyritøku sjónligari á netinum, styrkja títt brand og fáa fleiri kundar

Fá meira burtur úr budgettinum og betra um tykkara úrslit

Betra um tínar førleikar, so arbeiðsdagurin gerst lættari og effektivari

Lær at máta úrslit

fyrstu 6 mðr

Social media strategi

Sep 2021: Tilætlaður innsatsur fyri at røkka tínum málum (vit møtast fysiskt)

Content planning

Okt 2021: Drag kundarnar til tín við góðum innihaldi (online)

Instagram marketing

Nov 2021: Hvussu skapa engagement við mín málbólk? (online)

LinkedIn marketing

Des 2021: Hvussu røkka út til ein B2B málbólk? (vit møtast fysiskt)

Hvussu blívi eg sjónligari á Google?

Jan 2022: Search marketing og SEO (online)

Email-marketing

Feb 2022: Er tað ikki ein doyggjandi rasa? (online)

Hvat inniber tað?

Møtast fysiskt til undirvísing, sparring og netverkan 3. hvønn mánað (3 tímar)
Mánaðarlig undirvísing á netinum við Q&A (90 min + atgongd til upptøku aftaná)
Atgongd til upptøkur av undanfarnum verkstovum og undirvísing
Mánaðarligt bólkaprát á Zoom við møguleika at seta spurningar og sparra

Hvat kostar tað?

Tú rindar forút hvønn mánað 1195 kr/mðr (min. 6 mðr) ella kr. 5970,- forút fyri 6 mðr. (= 995 kr/mðr, so tú sparir 17%). 
Útbúgvin innan talgilda marknaðarførslu (MSc) og samskifti og miðlar (BA). Starvast dagliga sum ráðgevi innan digitala marknaðarføring og samskifti fyri fleiri størri og smærri føroyskar fyritøkur, og hevur drúgvar royndir í at arbeiða við sosialum miðlum.
Jákup Brúsá
Digital Marketing Consultant