Top 10 Facebook uppsløg í 2018

Jákup Justinussen  |  13. januar 2019

Hvørji Facebook uppsløg fingu flest reaktiónir í 2018? Í eini greining av 777 mió. uppsløgum á Facebook í 2018 høvdu niðanfyristandandi mest engagement.

10. “An amazing moment in African enterprise history” – Strive Masiyiwa

Pause: An amazing moment in African enterprise history __An urban legend!A few weeks ago I was in Abuja for two…

Posted by Strive Masiyiwa on Tuesday, 31 July 2018

 

9. “Hero Boy Saves Chicken” – Life Changing Videos

(Riggar ikki at seta inn á síðuna, so trýst á leinkjuna fyri at síggja)

 

8. “When your dogs smells another dog on you” – Funny in Public

When your dogs smells another dog on you

When your dog smells another dog on you

Posted by Funny in Public on Thursday, 1 March 2018

 

7. “Tianmen Mountain, China” – Inspire Uplift

Tianmen Mountain, China 😮

Posted by Inspire Uplift on Saturday, 6 January 2018

 

6. “Common Dental Procedures” – Science Nature Page

Common Dental Procedures

Common Dental Procedures

Posted by Hashem Al-Ghaili on Saturday, 17 February 2018

 

5. “Wow” – Penoy Rap Radio

Wow..

Wow..

Posted by Pinoy Rap Radio on Saturday, 6 January 2018

 

4. “Before You Take Someone For Granted Watch This” – Jay Shetty

Before You Take Someone For Granted Watch This

Never ignore a person who loves you, cares for you, and misses you. Because one day, you might wake up from your sleep and realise that you lost the moon while counting the stars.

Posted by Jay Shetty on Tuesday, 20 February 2018

 

3. “Scalloped Potato Roll” – BuzzFeed Tasty (riggar ikki at seta inn á síðuna)

 

2. “7 Super easy ways to keep your food fresher, longer!” – So Yummy

7 Super easy ways to keep your food fresher, longer!

7 Super easy ways to keep your food fresher, longer!

Posted by So Yummy on Saturday, 31 March 2018

 

1. “Before You Feel Pressure Watch This” – Jay Shetty

Before You Feel Pressure Watch This

Everyone has a different clock. Wait for your time

Posted by Jay Shetty on Tuesday, 27 March 2018


Hvat fortelja hesi okkum um, hvat riggar á Facebook? Kveikjandi, undirhaldandi og praktiskt innihald fær flest fólk at steðga á við tumlinum. Video vísir seg eisini at vera ein meira effektivur máti at fáa fólk at geva tær gætur. Í top-10 listanum omanfyri eru 8 video-uppsløg. Áður nevnda greiningin av 777 mió. uppsløgum vísir eisini, at video-uppsløg sum heild geva nógv mest engagement. Niðanfyri eru nøkur dømi úr rúgvuni.

Jay Shetty – kveikjandi boðskapur

Positivitets guru Jay Shetty eigur ikki færri enn tvey video á top-10 listanum. Hann megnar væl at trøllbinda hyggjaran við kveikjandi filmsbrotum, ið fortelja eina einfalda og kensluborna søgu, sum vit øll kunnu relatera til.

Norfolk Police Department – menniskjansligger títt brand við undirhaldi

Eitt annað dømi um gott innihald (ikki á listanum niðanfyri), sum fekk nógv engagement í 2018, er Norfolk Police Department. Tey fingu eina avbjóðing frá eini løgregludeild í Texas um at gera eitt lip-sync video – og tóku av. Eg mátti taka hetta við, tí tú mást síggja tað!

Lip Sync Challenge

Have you seen the Corinth Police Department, Texas #lipsync video? They challenged #NorfolkPD and we…

Posted by Norfolk Police Department on Friday, 6 July 2018

–> Her sæst sjálva lip-sync filmsbrotið, ið er simpelten so genialt (riggar ikki at seta inn á síðuna her).

Brainy Crafts – praktisk gerandisráð við 94 mió. views

Lifehacks – praktisk gerandisráð – eru ógvuliga væl umtókt á sosialum miðlum sum Facebook, Pinterest og YouTube. Hetta filmsbrotið hjá Brainy Crafts hevur fingið ikki færri enn 94 mió. views – men gevur tær uttan iva okkurt gott ráð til køkin.

Episode 11: Kitchen Life Hacks

16 Life Hacks That Will Make You More Resourceful In The Kitchen

Posted by Brainy Crafts on Wednesday, 31 January 2018

Hvat kunnu vit læra av hesum? Her eru nøkur boð:

  1. Umhugsa hvussu tú kanst brúka video til at røkka betur út til fylgjarar. Ikki vera bangin fyri at standa frammanfyri filmstólinum heldur enn aftanfyri fyri at gera tað meira persónligt.
  2. Hvørjar søgur kanst tú fortelja tínum fylgjarum um títt brand, hvat tit gera ella hvat tit standa fyri?
  3. Tá tú vilt fáa ein boðskap út, hugsa um hvussu hann kann tala til kenslurnar hjá fólki – tí um tú megnar at røra mínar hjartastreingir, so hevur tú mítt uppmerksemi.
  4. Hvørji praktisk ráð kanst tú geva fólki, sum eru viðkomandi fyri títt virkisøki?

Hevur tú onnur uppskot? Deil endiliga í viðmerkingunum niðanfyri.

Kelda: Buffer

Viðmerkingar