Hvør eri eg?

Navnið er Jákup Justinussen, og eg bjóði ráðgeving innan marknaðarførslu á talgildum miðlum.

Hetta merkir í stuttum, at eg hjálpi fyritøkum, stovnum og felagsskapum við, hvussu tey kunnu brúka talgildar miðlar fyri at røkka longur ella selja meira. Í dag er online marknaðarførsla ikki bert ein møguleiki, men ein lívstreyt, um ein fyritøka ynskir at yvirliva og ikki minst vaksa.

Eg havi hjálpt nógvum fyritøkum við ráðgeving um strategiska nýtslu av talgildum miðlum. Og tá tíðin ikki strekkir til hjá fyritøkum, so hjálpi eg eisini við tí praktiska partinum: at tilrættisleggja kampagnur, gera lýsingar, umsita heimasíður, Facebook síður o.l.

Eg havi drúgvar royndir við sosialum miðlum, search marketing, tilrættislegging av kampagnum og at framleiða innihald til heimasíður, sosialar miðlar o.a. Harafturat havi eg gott samstarv við aðrar veitarar, ið ger at eg kann bjóða ein samlaðan pakka við heimasíðugerð, grafiskum arbeiði og samskipan av størri átøkum.

Útbúgving

MSc. í Digital Marketing frá Southampton University, UK

BA Hons. í Communication & Media frá Bournemouth University, UK

Certificeraður Google Partner

Útbúgvin dronupilotur

Undirvísing

Umframt ráðgeving havi eg ymiskt skeiðsvirksemi, har eg undirvísi einstaklingum og fyritøkum í hvussu tey kunnu gerast betur at marknaðarføra seg á netinum. Skeiðini eru praktisk, tí mítt mál er altíð at hjálpa skeiðsluttakarum at duga sjálvi.

Eg undirvísi eisini á Glasir innan Marknaðarførslubúskap. Haraftur havi eg undirvíst fyri fleiri politiskum flokkum til seinasta løgtingsval, um hvussu Facebook kann brúkast í politiskum valstríði. Hetta kemst av, at eg havi granska innan politiskt samskifti á sosialum miðlum og havi útgivið í altjóða viðurkenda tíðarritinum International Journal of Information Technology and Politics.

Vitja mín LinkedIn vanga fyri at vita meira