Facebook: Brúkarin skal meta um trúvirði á tíðindamiðlum

Brúsá  |  20. januar 2018

Zuckerberg hevur nú kasta meira ljós á dagføringina av Facebook tíðarrenslinum, ið varð kunngjørd herfyri. Tað snýr seg serliga um tíðindamiðlar og hvussu Facebook fer í hernað ímóti fake news.

Tíðindagreinar forsvinna ikki, men minka frá at fylla 5% til 4%. Ljóðar ikki so øgiligt.

Harafturat fer Facebook harliga í bardaga ímóti fake news og sensatións-tíðindum. Hetta gera teir við at meta um trúvirði hjá tíðindamiðlum. Facebook vil ikki gera hesa meting sjálvi, ei heldur vilja tey spyrja uttanhýsis serfrøðingar, men fara komandi tíðina at fáa fjøldina at avgera hvussu álítandi ein tíðindamiðil er.

Men er fjøldin objektiv? Hetta er sikkurt demokratiskt, men er demokratiskt = objektivt? Um 1000 vinstravend geva einum høgravendum miðili tummil niður, meðan 500 høgravend geva einum vinstravendum miðli tummil niður, hvør teirra fær so meira rúm á tíðarrenslinum?

Vónandi fer hetta at solda frá nógvar villleiðandi tíðindamiðlar – men hvat fer tað at gera við ikki-objektivar miðlar (sum nokk allir eru í vissan mun). Sleppur meirlutin at avgera hvør fær meira rúm á Facebook?

Hvat heldur tú um hendan máta at meta um trúvirði hjá tíðindamiðlum? Kann fjøldin avgera hvat hevur trúvirði ella ikki?

– Les eisini: Facebook ger stórar broytingar við News Feed

Viðmerkingar