Analytics

Hvussu uppføra vitjandi seg á heimasíðuni? Og hvussu effektivt var lýsingarátakið? Fá innlit í tey týdningarmiklastu hagtølini, so tú veist hvat riggar, og hvussu tú kanst gera tað betur.

Les meira

Fá betur innlit í tykkara úrslit

Nógv ganga í myrkrið, tá tað kemur til lýsingar og marknaðarførslu – ella í besta føri gita, hvat riggaði og hvat ikki riggaði. John Wanamaker er kendur fyri at siga: “Helvtin av pengunum, ið eg brúki uppá lýsingar, eru spiltir; trupulleikin er, at eg veit ikki hvør helvt.”

Við talgildari marknaðarførslu hava vit betri amboð, fyri at vita júst hvør lýsing ella hvat tíðindabræv varð lisið mest, hvussu vitjandi uppførdu seg á heimasíðuni og hvørjar Facebook lýsingar førdu til mest sølu.

Beinleiðis hagtøl

Á Google Analytics kanst tú m.a. síggja eitt hav av hagtølum fyri hvussu vitjandi uppføra seg á tíni heimasíðu. Her er týdningarmikið at finna tínar KPI’arar (Key Performence Indicators). Tað kann vera tú skalt fyglja við beinleiðis, hvussu nógv fólk eru á heimasíðuni, tá kampagnan fer í gongd, hvørjar síður fólk vitja mest á heimasíðuni ella bounce-rate (hvussu nógv % av vitjandi rýma av heimasíðuni aftur uttan at gera nakað).

Eg kann hjálpa tykkum við

Google Analytics

Lær at arbeiða við Google Analytics, so tú altíð kanst fylgja við hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuni, hvussu nógv vitjandi brúka fartelefonina, hvussu nógv keypa, hvar í keypsprosessini tey hoppa av o.s.fr.

Conversion tracking

Set upp conversion tracking, so tú sært hvussu nógvir brúkarar konvertera (=keyp, skrásetingar, downloads o.a. sum kann virðismetast). So kanst tú eisini neyvari máta ROI av einum lýsingarátakið.

Dashboard

Fá eitt live dashboard, sum vísir hagtøl frá heimasíðu, sosialum miðlum, tíðindabrøvum o.ø. keldum. So hava tit altíð fingurin á pulsinum og kunnu taka skjótari og betri avgerðir um tykkara marknaðarførslu.

Performance rapportir

Fá regluligar performance rapportir umvegis teldupost, sum niðurkóka øll tølini til at vísa týdningarmiklastu KPI'ararnar. So spara tit tíð og kunnu taka meira informeraðar avgerðir.

Facebook Analytics

Lær at arbeiða við Facebook Analytics, ið gevur tær meira demografiskt innlit yvir tey, sum vitja tykkara heimasíðu ella brúka tykkara app. Harafturat kanst tú við Facebook Ads Manager fáa eitt djúpri innlit í, hvussu tykkara Facebook lýsingar rigga.

Spyr bara

Ynskir tú at brúka hagtøl meira til at betra um tykkara performance? Send ein fyrispurning, so taka vit eitt prát.

"Vit eru sera fegin um samstarvið við Jákup. Hann hevur í tøttum samstarvið við okkum staðið fyri at gera Smyril Line sjónligari á Google við fokus á evropeiska marknaðin. Jákup er lættur at samstarva við, setur seg væl inn í uppgávurnar, samstundis sum hann hevur drúgvar royndir og útbúgving á økinum."

Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari Smyril Line

"Eftir at hava verið á skeið hjá Jákup valdi eg at biða hann gera ymiskar uppgávur fyri Gist & Vist. Hann hevur eitt nú sett eitt Dashboard upp til okkum, soleiðis at vit kunnu fylgja við gongdini á okkara sølustøðum. Hetta er ein sera stór hjálp og gevur gott yvirblikk. Jákup fær mítt besta viðmæli, av tí at hann er greiður, skjótur og tænastuvinaligur."

Thora Augustinussen, sølu- og marknaðarleiðari Gist & Vist

"Jákup gav okkum yvirlit yvir allar okkara síður á Facebook og vísti okkum, hvussu vit skjótt og ómakaleyst kundu fáa ein reyðan tráð. Nú er tað lætt at umsita sosialumiðlarnar, og vit hava fingið innlit í spennandi funkur, ið vit ikki hildu vóru gjørligar."

Henrietta Hammer, marknaðarsamskipari Poul Hansen (Á handlar)