Facebook ger stórar broytingar við News Feed

Brúsá  |  16. januar 2018

Hósdagin kunngjørdi Mark Zuckerberg, stovnarin av Facebook, nakrar stórar broytingar, sum fara at ávirka, hvussu tíðarrenslið – News Feed – á Facebook riggar. Tað ljóðar, sum at síður á Facebook (fyritøkur, felagsskapir, stovnar, fjølmiðlar, celebrities, brands…) fara at hava tað truplari at røkka út til fólk.

Í stuttum (til tín, sum ikki hevur stundir at lesa)

  1. Persón-til-persón verður raðfest hægri. Facebook ynskir at vísa tær meira innihald frá fólki, og minni frá síðum.
  2. Langar og gjøgnumhugsaðar viðmerkingar viga meira. Hetta er onnur helvt av fráboðanini. Video vigar ikki líka nógv longur. Passiv skrulling (fø. fyri scrolling?) og lítið krevjandi engagement er ikki gott. Hetta merkir, at uppsløg, ið fáa longri viðmerkingar, verða raðfest hægri í tínum tíðarrensli.

Tú kanst lesa fullu boðini hjá Mark Zuckerberg her:

Hvat er tað, hann sigur?

Hann vísir á, at kjarnan í Facebook er persón-til-persón samskifti. Alt hitt er fínt, men tað týdningarmesta er at hava samband við okkara vinir og nærmastu.

Og so leggur hann afturat, at Facebook hevur fingið feedback um, at ov nógv alment tilfar – frá fyritøkum, brands, fjølmiðlum – forstýrar tað persónliga sambandið.

“The first changes you’ll see will be in News Feed, where you can expect to see more from your friends, family and groups.”

Ein lítil tanki… bólkar kunnu vera eitt gott alternativ fyri vinnurekandi og áhugabólkar at koma fyri seg. Men tað kann eisini enda við, at vit eisini oyðileggja tað.

“As we roll this out, you’ll see less public content like posts from businesses, brands, and media. And the public content you see more will be held to the same standard — it should encourage meaningful interactions between people.”

Hetta fortelur okkum nógv um týdningin av innihaldi. Content is King, segði Bill Gates longu, tá internetið gekk í blæðu. Men tað fortelur okkum eisini, at innihaldið skal ikki bara undirhalda og upplýsa okkum, so vit dáma og deila. Tað skal eisini eggja til meiningsfult samskifti millum fólk.

Facebook ynskir meira dýpd og minni passivt engagement. Og fer helst eisini í bardaga við fake news, click bait, clicktivism, slacktivism og brand-óljóð. Men einki verður nevnt um lýsingar. Fara tær eisini at fáa minni pláss? Ella mugu síður meira sannlíkt rinda, fyri at røkka út til fólk? Hetta sigur søgan einki um, men tað er ikki óhugsandi, at tað verða færri lýsingarpláss, men størri kapping um hesi = dýrari.

Adam Mosseri, Head of News Feed, greiðir væl frá ætlaðu broytingini í hesum filmsbrotinum.

Hetta ljóðar gott fyri okkum sum privatpersónar, ið brúka Facebook í frítíðini. Ofta tykist tað, sum um har eru ov nógv óljóð! Men nógv av innihaldinum, ið fangar okkara uppmerksemi, er eisini frá síðum. Hugsa um undirhaldandi filmsbrot, áhugaverdar greinar, lekkrar matuppskriftir, politisk tíðindi, ítrótt, live video frá navnframum fólki… hvat verður av tí?

Hvat merkir hetta?

Hevur tú eina síðu á Facebook, so hugsar tú kanska: “Hvat geri eg so?” Hetta ljóðar ikki gott fyri síður, men tó er kanska ein glotti at hóma – ein glotti, ið gagnar brúkaranum, men tvingar síðuumsitarar at umhugsa nøkur viðurskifti til ta betra.

Her eru nøkur ítøkilig ting til tín at hugsa um.

Live video er gott

Facebook hevur seinastu tíðina uppraðfest live video nógv. Hvussu kanst tú brúka live video, fyri at engagera brúkarar og fáa respons frá teimum?

Lat bara vera við at hoppa á bláman 5 ferðir um dagin, og senda tað live á Facebook. Alt við máta! Brúka tað, um tað gevur meining at brúka tað.

Framleið betur innihald

Hetta átti at verið sjálvsagt. Men tó, so er alt ov nógv skræpa at síggja á sosialum miðlum. Minst til, at tú samskiftir við menniskju. Framleið gott innihald, sum fólk tíma at steðga á við – sum hjálpir, upplýsir og undirheldur. News you can use.

Eg veit, at hetta ikki er lætt fyri allar vinnugreinar. Men set teg niður og ger ein lista yvir, hvussu tú kanst skapa virði fyri tín málbólk. Og finn so fram til hvussu tú best fært tann boðskapin út.

Byrja eina samrøðu

Gott innihald tykist ikki vera nokk. Facebook ynskir at uppraðfesta innihald, ið skapar meiningsfullar viðmerkingar. Hetta verður torført fyri nógvar síður. Hugsa um at skapa eina almenna samrøðu millum teg og onnur á Facebook. Ikki einvegis, heldur ikki tveirvegis, men fleirvegis – har øll kunnu vera við. Meira enn D&D. Givið er tað, at tað vilja altíð vera tey, sum dáma betur at lesa, men har eru eisini nógv, sum hava eina meining og ikki eru bangin fyri at siga hana.

Heldur enn at hugsa: “Hetta er tað, sum vit gera. Gev mær tínar pengar. Gev mær títt click,” flyt so fokus á: “Hetta er áhugavert. Hvat heldur tú?”

Gevst við Engagement Bait

Meiningsfullar viðmerkingar er ikki tað sama sum nógv likes ella nógv clicks. Facebook skrivar í síni almennu fráboðan um hetta sama:

“Using ‘engagement-bait’ to goad people into commenting on posts is not a meaningful interaction, and we will continue to demote these posts in News Feed.”

Slutt við hesum…

Umhugsa bólkar

Um tú leitar eftir nýggjum hættum at brúka Facebook, umhugsa bólkar. Bólkar fylla nógv í gerandisdegnum hjá nógvum av okkum. Rótikassar, bygdabólkurin, bindiklubburin, fótbóltskammeratarnir, meinigheitin, kórið og áhugabólkar av ymsum slag.

Í juli í fjør kunngjørdi Facebook bólkar fyri síður, har síður kunnu stovna bólkar, sum eru knýttir at teirra síðu. Fleiri dømi eru um eksklusivar bólkar, har tú rindar fyri at vera við saman við øðrum serfrøðingum innan títt øki. Hetta er eisini ein góður máti at mobilisera tínar stuðlar, trúføstu kundar og ídnastu fjepparar.

Hetta riggar kanska ikki fyri øll, men kanst tú gera eitt lítið community rundan um títt brand? Títt brand er ikki tað áhugaverda her, men tað sum tú umboðar. Selur tú bilar, so er tað bilurin, sum skal í fokus – ikki tín handil ella tíni tilboð.

Hvat heldur tú?

Hvørjar tankar hevur tú um hesar broytingar?

Viðmerkingar