Google Ads: Raka neyvari við tínum keywords

Brúsá  |  27. september 2018

Brúkar tú Google Ads leitilýsingar (fyrr kallað Google Adwords)? Google Ads kann brúkast til bæði myndalýsingar á +1 mió. heimasíðum og video-lýsingum á YouTube, men er nógv mest brúkt til leitilýsingar (ofta tey ovastu leitiúrslitini tú sært, tá tú leitar á Goolge).

At røkka út til leitandi kundan (Search Marketing) kann hava stórt virði, tí leitandi kundar hava vanliga størri ætlan um at keypa (purchase intent). Hetta gert tú við at málrætta lýsingarnar eftir ávísum leitiorðum (keywords).

Google Ads ger tað lætt at koma í gongd, men tað eru nakrir teknikkir, sum kunnu hjálpa tær at raka leitandi kundar enn betur. Hetta við at brúka ymisk ‘match types‘ – t.e. hvussu neyvt tú vilt raka leitandi kundar.

Keyword match types: soleiðis rakar tú neyvari

BROAD MATCH: Tað mest vanliga og lættasta. Tíni keywords eru reinur tekstur – til dømis: formal shoes. Hetta ger at Google eisini vísir lýsingina fyri fólki, ið leita eftir líknandi orðum so sum:

  • FORMAL footwear
  • evening SHOES
  • black dress SHOES

BROAD MATCH MODIFIER: Tá tú skrivar formal +shoes. Nú tryggjar Google, at lýsingin rakar fólk, sum brúka orðið shoes meðan formal kann erstattast av  líknandi orðum so sum:

  • evening SHOES
  • black dress SHOES

Tú kanst eisini skriva + frammanfyri øllum leitiorðunum. Til dømis: +formal +shoes. Nú tryggjar Google, at lýsingin bert rakar fólk, sum brúka hesi ávísu orðini. Lýsingin kann tó gott raka fólk, sum brúka onnur leitiorð afturat, ella um tey stava orðini skeivt. T.d. um tey leita eftir:

  • FRMAL SHOES
  • FORMAL evening SHOES

PHRASE MATCH: Tá tú skrivar gásareygu rundanum leitiorðini. Til dømis: “formal shoes”. Nú tryggjar Google, at lýsingin rakar fólk, sum leita eftir júst hesum orðunum í júst hesi raðfylgju. Lýsingin kann tó gott raka fólk, sum brúka onnur leitiorð frammanfyri ella aftanfyri valdu leitiorðini/keywords. T.d. um tey leita eftir:

  • black FORMAL SHOES
  • FORMAL SHOES for men

EXACT MATCH: Hetta er strangasti formurin, har Google bert vísir lýsingina fyri fólki, sum leita eftir júst tí, sum tú velur sum keyword – uttan nakað frammanfyri, aftanfyri ella við líknandi orðavali. Til dømis: [formal shoes]. Her verður lýsingin bert víst fyri fólki, sum skriva:

  • FORMAL SHOES

Hvat skalt tú brúka?

Tað kann vera lættast at byrja við Broad Match fyri at royna seg fram. Men um tú málrættar eftir fleiri londum við fleiri milliónum brúkarum og hevur eitt lítið budgett, so kann vera best at málrætta neyvari eftir júst teimum leitiorðunum, sum tú vilt raka. Vandin við Broad Match er, at tú rakar leitiorð, sum eru óviðkomandi.

Tað er eingin “rættur” máti. Best er at royna seg fram fyri at finna útav, hvat riggar best til tín tørv.

Viðmerkingar