Hetta lærdi eg á Social Media Marketing World 2019

Fyri hálvuøðru viku síðan var eg á vesturstrondini í USA í sólríka San Diego. Endamálið var tó ikki at fáa sól, men at læra meira um sosialar miðlar á árligu ráðstevnuni Social Media Marketing World. Hetta er ein ráðstevna, ið samlar eini 6000-7000 fólk úr øllum heiminum, og har fremstu serfrøðingarnir undirvísa og hugleiða um marknaðarførslu og sosialar miðlar.

Nógvir áhugaverdir undirvísarar luttóku á ráðstevnuni, so sum Mari Smith (Facebook drotningin), Mark Schaefer (serfrøðingur innan sosialar miðlar), Pat Flynn (íverkseti og poddkastari), Michael Stelzner (maðurin handan SocialMediaExaminer.com), Jon Loomer (Facebook lýsingar fyri víðarikomin), Brian Solis (digital analyst, fólkalívsfrøðingur og futuristur), Tim Schmoyer (YouTube serfrøðingur) og mong onnur.

Ja, hvussu kókar man 3 dagar við eini 15 fyrilestrum og nógvum góðum prátum niður til eina grein? Her eru so nøkur gullkorn frá ráðstevnuni.

Osturin hjá Facebook er fluttur

Seinasta árið hevur nógv rok verið rundan um Facebook. Í fjør kunngjørdi Zuckerberg, at fólk skuldu brúka minni men meira meiningsfulla tíð á Facebook. Hetta merkti stórar broytingar við Facebook tíðarrenslinum, sum hava gjørt, at nógvar síður á Facebook hava havt tað truplari at røkka út til fólk uttan at rinda fyri tað.

Seinni bleiv felagið rakt av gølu omaná gølu um (manglandi) verju av privatlívinum hjá fólki. Fake news hava eisini verið ein stór avbjóðing fyri Facebook og aðrar sosialar miðlar.

Fyrst í mars 2019 kunngjørdi Zuckerberg so, at Facebook fór at broytast og hava nógv størri fokus á tryggari, bronglað og privat samskifti – nakað eg eisini skrivaði um fyri nøkrum vikum síðan. Hetta hevur fingið nógv at spyrja, jamen kunnu síður brúkast til nakað á Facebook framyvir? Verður tað bara pay to play? Organic reach fyri síður – fólk sum síggja, uttan at tú hevur rindað fyri tað – er í miðal 1-6%. Er organic reach á Facebook farið í søguna?

Mari Smith, Facebook serfrøðingur, brúkti nógva tíð at tosa um, hvussu Facebook hevur flutt ostin, men at tað eru týðulig tekin uppá hvaðar hann er fluttur. Hon er vís í, at hóast Facebook ger broytingar, merkir hetta ikki endin á tíðarrenslinum. Men vit koma at síggja broytingar, sum vit mugu tillaga okkum til.

Facebook organic reach er ikki deytt

Kendi online heima-kokkurin Rachel Farnsworth, ið hevur fingið fleiri enn 3 mia. views til síni video, fortaldi at hon í 2018 fekk væl meira organic reach enn í 2017. Og higartil í 2019 hevur hon aftur sligið rekordina.

Facebook algoritman er ment til at kenna gott innihald, segði Rachel. Og um tú hevur gott innihald, sum fangar fólk, so kemur tú at røkka út til nógv fólk organiskt.

Hvat er so gott innihald? Zuckerberg segði í fjør, at meiningsfult samskifti fór at viga meira, tá Facebook algoritman vurderaði, um innihald skuldi vísast ella ikki. Rachel Farnsworth, sum ger nógv burturúr at testa hvat riggar væl, segði, at meaningful interactions vóru eftir hennara royndum:

  • Deilingar
  • Video watchtime
  • Viðmerkingar (5 orð ella meira – t.v.s. ikki D&D)
  • Tagga ein vin

So um tú fært fólk at deila títt innihald, skriva “longri” viðmerkingar, tagga sínar vinir ella hyggja eftir tínum video (ikki bara í 3 sekund), so røkkur tú longur.

Alt, ið tú deilir, fær stigatal. Og út frá øllum tí, tú deilir, fær tín síða eitt stigatal. Og jú hægri stigatal tín síða hevur, tess meira sannlíkt er tað, at tað næsta tú deilir røkkur longur. So tað hevur týdning at áhaldandi leggja út gott innihald, um tú vilt røkka út til fleiri fólk á Facebook. Kanst tú betra um hetta, um tað ikki er gott higartil? Ja, tí Facebook algoritman hyggur aftur 30 dagar.

Spurningurin er so: deilir tú innihald, sum tú (ella stjórin) ynskir at deila, ella tað sum brúkarin faktiskt vil síggja? Far frá at spyrja, hvat vilt fortelja til hvat tín málbólkur vil hoyra. Hvussu kanst tú hjálpa tínum málbólki við tíni servitan?

Fokusera meira uppá tín kjarnu málbólk

Hetta leiðir okkum so til ein annan týdningarmiklar spurning: Hvør er tín kjarnu málbólkur? Tú kanst ikki rakað øll. Michael Stelzner segði: “Making a big impact on a small number of people is more important than making a small impact on many people.”

Í øllum hesum er týdningarmikið ikki at blíva ov upptikin av tølum, sum einki hava at týða fyri botnlinjuna. Nøgdin av tumlum, clicks og viðmerkingum sigur ikki so nógv, um tú ikki selur meira. Spurningurin er, um tú rakar rætta brúkaran. Eg kann siga fyri mítt viðkomandi, at eg havi ikki áhuga í at raka øll, tí tað eru ikki øll sum arbeiða við talgildari marknaðarførslu. Bara eg raki rætta brúkaran – sum helst er tú, ið hevur lisið so langt.

Tær nýtist ikki at gera alt. Brúka 90% av tínum resursum uppá at blíva góður til eitt ting. Hevur tú ikki føri til at vera á Facebook, Instagram og YouTube og gera tað væl, so vel ein av hesum og meistra hann.

Meira video á Facebook

Í 1979 sungu The Buggles: Video Killed the Radio Star. Í 2017 kundu vit syngja, at Digital killed the TV star, tí tá yvirhálaðu talgildir miðlar sjónvarpslýsingarheimin í umsetningi – og tað gongur skjótt uppeftir.

Eg havi hug til at taka hetta fram, tí tað fylti nógv á Social Media Marketing World í fjør, og tað fylti eisini nógv í ár – tí tey flestu hava framvegis ikki meistrað hetta. Ella tora tað ikki.

Facebook byrjaði við at leggja upp til stutt 30-sekund video-brot. Seinni fingu longri filmsbrot meira reach– og so líðandi er longri video-innihald farið at viga meira.

At deila leinkjur riggar ikki so væl longur. Myndir og filmsbrot, ið verða deild á Facebook er munandi betur. Og Live Video enn betur. Brúka gjarna standandi ella kvadrat video-format til vanlig video, og liggjandi format til live video.

Um tú hugsar um at blaka teg meira út í video, so skalt tú eisini vita, at Facebook filmsbrot røkka út til nógv fólk, men fólk hava meira bindindi at hyggja eftir longri filmsbrotum á YouTube.

Týdningarmiklast er tó at hugsa um hesi orð frá Tim Schmoyer, ið rekur videocreator.com og hevur hjálpt sínum kundum at fáa meira enn 14 mia. views á YouTube: “Nobody watches videos because of their professionalism, but because of their human connection.”

Samanumtikið

Nåh, nú er klokkan væl yvir midnátt og eg orki ikki at skriva meira. Og tú orkar helst ikki at lesa meira.

Lat meg enda við nøkrum gullkornum frá Mark Schaefer, ið hevur granska nógv innan brúkara atferð, skrivað 7 bøkur og herfyri gav út bókina Marketing Rebellion. Hann tosaði nógv um kyniska forbrúkaran í dag, hvussu álit á brands er minkað og at vit eiga at finna tað menniskjansliga fram í okkara marknaðarførslu.

Her eru lykla-punktini frá hansara fyrilestri, ið eg haldi tala fyri seg sjálvi:

  1. Marketing isn’t about our story. It’s about their story.
  2. Personal brand is now the company brand – varpa meira ljós á menniskjuni, ið mynda títt brand
  3. Live experiences change everything
  4. Your culture is your marketing
  5. Build peak moments into customer experiences

Viðmerkingar