Hvussu væl kenna Facebook og Google meg?

Brúsá  |  16. mai 2018

Kjakið um verju av persónsupplýsingum er heitt í hesum døgum. Tann 25. mai 2018 kemur dagførda dataverju lóggávan GDPR (General Data Protection Regulation) í gildi í EU, og tað hevur ført til, at nógvar fyritøkur mugu endurskoða sínar mannagongdir viðv. hvussu tey handfara persónligar dátur hjá kundum/brúkarum.

Facebook og Google eru ókeypis tænastur, sum liva av at selja tínar og mínar persónligu upplýsingar til lýsarar. Ella rættari sagt, so geva tey lýsarum atgongd til títt og mítt uppmerksemi. Okkara eygu. Við hjálp av okkara persónligu upplýsingum kann lýsarin málrætta sínar lýsingar, so tær raka ein neyvan málbólk. Hetta hevur tú allarhelst hoyrt um fyrr, og kanska tú brúkar hendan møguleikan – men hvat veit Facebook um meg?

Nýggja lóggávan ger m.a. mun á ymsum sløgum av persónligum upplýsingum fyri at verja fyri diskriminering. Hetta inniber eitt nú átrúnað og kynsligan samleika. Hóast hetta vísir The Guardian á, at Facebook bólkar brúkarar í áður nevndu bólkar út frá teirra virksemi á Facebook. So um tú eitt nú vilt málrætta eftir Facebook brúkarum í Onglandi, sum hava áhuga í samkyndleika og hinduismu, so eru teir áleið 68.000 í tali. Tað kann eisini vera at málrætta eftir politiskum holdningum, sum fyrr hevur verið eitt týðandi amboð í forsetavalstríðnum í USA. Er hetta gott ella ringt? Rætt ella skeivt? Gev tína meining til kennar í viðmerkingunum niðanfyri.

Men hvussu bólka Facebook og Google meg?

Um tú vilt vita hvussu Facebook bólkar teg sum brúkara, kanst tú fara inn á www.facebook.com/ads/preferences og vita hvussu neyvt teir raka. Har sært tú hvussu tú verður bólkaður eftir áhugamálum, heimasíðum tú hevur vitjað, email-listum tú ert á og um tínar persónligu upplýsingar annars – og út frá hesum verða lýsingar skræddaraseymaðar til tín. Har kanst tú eisini strika áhugamál, sum eru skrásett til tín brúkara.

> Soleiðis bólkar Facebook teg

Hetta heldur Facebook meg hava áhuga í.

Tað sama ger seg galdandi á Google. Tú verður bólkaður eftir hvørjum tú (ella onnur, sum brúka tína teldu) leita eftir, og hvørjar heimasíður tú vitjar. Hetta er tó ikki altíð heilt neyvt, tí m.a. havi eg American Football á mínum lista. Ikki júst ein topp-interessa, men møguliga tí eg fylgdi við í Super Bowl fyri nøkrum mánaðum síðan? Eg havi hund, og tað hevur Google onkusvegna fanga, meðan Facebook ikki hevur nakað sum eitur ‘Pet owner’ ella líknandi, um nú djóraforhandlarar skuldu roynt at víst mær lýsingar.

Hetta heldur Google meg hava áhuga í.

> Soleiðis bólkar Google teg

Eg kundi nevnt fleiri onnur ting á listanum omanfyri, sum yvirraska meg. Hví heldur Google, at eg havi áhuga í Credit Cards? Og Corner Shops? Eg veit ikki eingongd, hvat tað seinna er (ok, jú, aftaná eg googlaði meg fram til tað).

Fanst tú nakað, sum yvirraskaði teg? Hevur tú eina meining um, hvussu lýsarar skulu sleppa at málrætta lýsingar? Hevði tú heldur ynskt at rinda fyri Facebook og Google og sloppið undan lýsingum?

SaveSave

SaveSaveSaveSave

Viðmerkingar