Íblástur frá Social Media Marketing World 2018

Brúsá  |  27. februar 2018

Eg siti á Heathrow í London og skrivi – ávegis til San Diego á tiltiknu Social Media World 2018. Hetta er ein av kendastu ráðstevnunum innan júst hetta øki, og eg gleði meg til at fáa íblástur, hugskot og fingurin á pulsin viðvíkjandi tí nýggjasta innan sosialar miðlar. Og so er hetta ein framúr møguleiki at fáa samband við onnur kring heimin, sum arbeiða innan hetta økið.

Tað eru nakrar vikur síðan eg avgjørdi at fara júst hendan túrin, men langt síðan eg setti mær fyri at brúka meira tíð uppá at søkja íblástur og halda mína vitan við líka innan talgilda marknaðarførslu. Tí alt broytist so skjótt!

Nógv spennandi á skránni

Ein hópur av spennandi fyrilestrum og verkstovum eru á skránni við spennandi undirvísarum so sum Guy Kawasaki, Mari Smith, Jon Loomer, Brian Solis o.ø.

Yvirordnað sæð er undirvísing innan Social Strategy, Social Tactics, Measurement & Analytics, Video Marketing, Live Video, Corporate Social, Content Marketing, Blogging, Podcasting – og sjálvandi innan allar teir stóru sosialu miðlarnar: Facebook, LinkedIn, Instagram, YouTube, Twitter, Snapchat og Pinterest.

Niðanfyri eru nakrir av fyrilestrunum, sum eg kundi hugsa mær at farið til:

  • Social Media Marketing in 2018: What the Newest Research Reveals
  • The Past, Present and Future of Social Media
  • Facebook Messenger Bots: An Alternative Future for Marketers and Creators
  • Five Advanced Facebook Advertising Techniques You Can Use Right Now
  • Facebook Ads Strategy for Small Businesses
  • How to Create Facebook Groups to Support Your Business
  • How to Turn Attention Into Revenue With a Facebook Ads Autopilot Strategy
  • Seeing Into the Future: Predictive Analytics for Social Marketers
  • 7 Unique Ways Social Media Marketers Can Benefit From Google Tag Manager
  • Tips and Tools for Visual Storytelling on Instagram
  • Crisis Communications: Tips From the Trenches
  • Augmented Reality and the Future of Marketing: What Marketers Need to Know
    How to Innovate by Thinking Differently: The Disney Way
  • Magic Words: The Art of Using Persuasion, Psychology, and Nuance in Your Copy
  • How to Build a Digital Marketing Plan

Vit fáa at síggja hvat eg nái, men eg havi atgongd til upptøkur av øllum aftaná, so eingin grund til at keða seg á flogtúrinum heimaftur.

Fylg við á míni Facebook síðu og á Instagram, har eg deili inntrykk frá ráðstevnuni. Ein samandráttur kemur eisini út á bloggin aftaná.

Viðmerkingar