Fjord plakatir

Nethandil til Fjord

Í 2017 sá nethandilin hjá Fjord plakatir dagsins ljós. Vøkur og væl umtóktu føroysku plakatirnar, sum Sofía Nón úr Fuglafirði teknar og selur, høvdu verið til keyps í handlinum kring landið, men Fjord ynskti at røkka longur og selja á netinum.

Eg hjálpti teimum við at seta upp ein nethandil, ið koyrir við Shopify skipanini. Shopify er ein brúkaravinarlig og einføld skipan, ið verður brúkt av eini 500.000 nethandlum kring heimin. Møguleikarnir eru nærum óendaligir, meðan skipanin krevur lítla tekniska vitan at arbeiða við.

Júst hetta seinasta var týdningarmikið fyri Fjord, tí tey ynsktu at selja á netinum uttan nakað tekniskt hóvasták. Nýggjar vørur skuldu leggjast út javnan, og bíleggingar skuldu verða lættar at handfara. No problemo!

Harafturat skuldi nethandilin vera á fleiri málum og vísa ymisk gjaldoyra, alt eftir hvør kundin er.

Nethandilin er sjálvandi responsivur, so hann riggar eins væl á fartelefonini sum á telduni.

Vitja nethandilin hjá Fjord plakatum her. Legg eina vøru í keypskurvina og royn, hvussu løtt keypsprosessin er fyri teg sum kunda.

Viðmerkingar