Vørðslan Wearhouse

Nýggjan nethandil og kampagnur: Sølan øktist +200% 📈

Avbjóðingin

Klædnahandilin Vørðslan heldur til í Fuglafirði og selur mótaklæðir og -skógvar til kvinnur og menn. Tey ynsktu at røkka longur út til sínar kundar við at selja á netinum – og serliga passandi var hetta mitt í korona-tíðini, tá netsøla fleyg uppeftir. Tey ynsktu eisini eina kassaskipan, ið var fult intergrera við nethandilin, so goymslan altíð var í lagi.

Loysnin

Tann 1. mai 2020 lat Vordslan.fo upp við einum hópi av lekkrum klæðum til hennara og hansara. Nethandilin er bygdur í Shopify skipanini, ið er sera einføld at arbeiða við, og samstundis full av møguleikum. Aftaná hetta settu vit eisini upp kassaskipan við Shopify POS, so alt gekk upp í eina hægri eind.

Vørðslan er framúr dugnalig til at leggja íblástur og klædnasamansetingar út á Facebook og Instagram, har vit hava stuðla undir teirra virksemi við eini miðvísari lýsingarstrategi.
Eftir eitt ár í tøttum samstarvi fegnast vit um, at samlaða sølan hjá handlinum er voksin +200% samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Umframt teirra reglusemi við organiskum content í góðari góðsku hava tey vunnið 10 kr fyri hvørja lýsingarkrónu brúkta (10x ROAS).

Árið hevur sjálvandi verið serstakt, og eru tað uttan iva nógvar orsøkir til ein so stóran vøkstur. Á heysti í 2019 lótu tey handilin upp í nýggjum hølum. Tey hava fingið eitt framúr gott úrval av klæðum o.ø. sum dregur kundar til úr øllum landinum. Og so hevur COVID-19 eisini havt stóra ávirkan á søluna hjá handilslívinum í Føroyum sum heild = meira pengar at brúka í Føroyum, nú vit ikki eru sloppin til Aberdeen ella Fields at shoppa.

Eitt sindur um nethandilin

Sniðið á nethandilin ber bráð av nýggjasta móta, og er sjálvsagt gjørt við støði í, at størsti parturin av vitjanum eru á fartelefonini.

Vit kunnu nevna nakrar serligar møguleikar, ið síggja gott út.

Vørðslan selur ikki bert klæðir, men gera eisini nógv burturúr at finna tær røttu samansetingina. Tey løgdu javnan myndir út á sosialu miðlarnar við lekkrum samansetinum, og hetta vildu vit gagnnýta á nethandlinum. So vit gjørdu eina funku, ið eitur ‘Keyp okkara samanseting’ á síðuni, har tú kanst síggja lekkrar samansetingar og lættliga keypa einstøku vørurnar í samansetingini. Harafturat ber eisini til at shoppa eftir liti av klæðum.

Vilt tú hava hjálp við tínum nethandli, ella kanska vilt tú fáa ein nýggjan nethandil framleiddan? So kanst tú seta teg í samband við info@jakup.fo ella ring til okkum (finn tlf her)

Harafturat ber eisini til at shoppa eftir liti av klæðum.

> Vitja nethandilin her

Viðmerkingar