Nýggjur maður á liðinum

Brúsá  |  4. mai 2023
Nýggi maðurin á liðinum eitur Robert Róaldur Sivertsen , sum byrjaði hjá okkum tann 1. mai.
 
Robert er ikki heilt óroyndur innan marknaðarførslu. Hann hevur útbúgving innan International Sales & Marketing og hevur seinastu árini verið sølu og marknaðarleiðari hjá Klintra og áðrenn tað hjá Wired Relations.
 
Nú hevur hann tveitt seg enn meira inn í talgilda samskiftisheimin saman við okkum og kemur at arbeiða við ‘Demand Generation’. Hetta verður serliga við atliti til B2B fyritøkur, ið ynskja hjálp við at skapa og stimbra eftirspurning eftir sínum vørum og tænastum og at fáa fleiri leads.
 
Robert hevur góðar royndir við hesum, og koma vit eitt nú at arbeiða nógv við skipanini HubSpot, sum er ein av best umtóktu skipanum á marknaðinum til at samskipa sølu og marknaðarførslu í eini fyritøku.
 
Vit bjóða eisini saman við góðum samstarvsfeløgum eina breiða viftu av ráðgeving og hjálp innan B2B marketing við eitt nú kampagnustýring, search marketing, branding, heimasíðum og nethandlum, marknaðarførslu á sosialum miðlum, framleiðslu av innihaldi v.m. Bæði til føroyska og altjóða marknaðin. 
 
Í stuttum – vit hjálpa fyritøkum at vaksa við strategiskari marknaðarførslu í talgilda heiminum.
 
Skulu vit taka eitt prát? Send boð til hey@jakup.fo.

Viðmerkingar